Hesir byrja móti Malta

Hesir byrja móti Malta
Fleiri broytingar eru á føroyska landsliðnum, sum í kvøld spælir móti Malta
Páll Klettskarð og Klæmint Olsen byrja í álopinum
Mynd: Hans Erik Danielsen  
 
19.11.2013 - 12:37
Føroyska A-landsliðið við monnum spælir í kvøld seinasta dystin í hesum árinum, tá Malta tekur ímóti í vinardysti á Ta’ Qali Leikvøllinum, sum liggur nakað uttanfyri maltesiska høvuðsstaðin, Valletta.
 
Seinastu fyrireikingarnar til dystin eru av álvara farnar í gongd, og Lars Olsen, landsliðsvenjari, hevur sett navn á teir fyrstu ellivu, sum byrja í vøllinum ímóti Malta.
 
Fimm av teimum ellivu, ið byrjaðu á vøllinum fyri einum mánaða síðani í HM-undankappingardystinnum ímóti Eysturríki, eru ikki tøkir til dystin ímóti Malta.
 
Jóhan Troest Davidsen, Viljormur Davidsen, Fróði Benjaminsen, Christian Lamhauge Holst og Súni Olsen eru ikki tøkir, og har afturat er Jóan Símun Edmundsson heldur ikki við føroyska landsliðnum hesaferð.
 
Gunnar Nielsen verður í mál, og í verjuni verða Jónas Tór Næs, Rógvi Baldvinsson, Pól Jóhannus Justinussen og Erling Jacobsen.
 
Á føroyska miðvøllinum verða Daniel Udsen, Hallur Hansson, Heini Vatnsdal og Christian R. Mouritsen, meðan Páll Klettskarð og Klæmint A. Olsen verða í álopinum.
 
Eykaleikarar verða Teitur M. Gestsson, Kristian Joensen, Rene Joensen, Kristin R. Mouritsen, Dánjal á Lakjuni, Sonni R. Nattestad, Sølvi Vatnhamar og Karl Løkin.
 
Landsdysturin millum Malta og Føroyar byrjar kl. 18:00, føroyska tíð.
 
Mynd: Hans Erik Danielsen
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809