- Tíðindi, mentan og ítróttur
Poul Kallsberg seldur: Formaðurin vil einki siga

Tað er í kvøld klokkan 19 í Klaksvík, at Víkingur skal spæla í 1. undanumfarinum í Champions League móti Lincoln Red Imps F.C av Gibraltar. Kringvarpið hevur fingið váttað fyri tíð síðan, at Poul Kallsberg er seldur til Hillerød í næstbestu deildini í Danmark. Prísurin sigst liggja um eina hálva millión krónur, men formaðurin í Víkingi, Brandur Jacobsen, vil ikki vátta skiftið.
- Eg kann vátta, at tað eru samráðingar millum feløgini, men annars havi eg ikki fleiri viðmerkingar til tað, sigur Brandur Jacobsen.
Sum skilst, so verður skiftið kunngjørt í morgin ella ovurmorgin. Hetta merkir samstundis, at Víkingur fyri fjórðu ferð seinastu trý árini selur ein spælara. Fyrst vóru tað Noah Mneney og Gunnar Vatnhamar, sum blivu seldir undan kappingarárinum 2023.
Í fjør var tað Géza Dávid Turi, sum bleiv seldur til enska felagið Grimsby, og nú verður kanska besti spælarin hjá Víkingi í ár, Poul Kallsberg, sum eisini verður seldur. Spurningurin er so, um Víkingur ætlar at fáa nakran spæla inn í staðin?
- Nei, tað rokni eg ikki við. Vit hava verið í somu støðu fyrr, tá fleiri spælarar fóru. Eitt nú í 2023, tá vit seldu Gunnar Vatnhamar og Noah Mneney, meðan Bergur Gregersen fór at sigla. Tá fótaðu vit okkum og vunnu allar dystirnar í seinnu hálvu, og endaðu við at vinna FM í 2024, sigur Brandur Jacobsen, formaður í Víkingi.
Víkingur hevur fingið nógv rós fyri sítt menningararbeiði. Fleiri spælarar hava tikið stigið frá ungdómsspælara til besta liðið. Teirra millum Bárður á Reynatrøð, Arnbjørn Svensson, Ingi Jonhardsson, Aron J. Ellingsgaard, Árni Nóa Atlason og Olaf Bárðarson, sum allir væntast at spæla ein leiklut í kvøld.
- Tað var enn eitt prógv um, at konseptið hjá okkum riggar. Vit hava allatíð spælarar á veg, men eg fari ikki at lata hurðina aftur, um tað skuldi verið neyðug at fingið styrk, fyri at halda okkum í toppinum. Langtíðarmálsetningurin er at spæla í Evropa, og klára vit tað í longri tíð, so koma eisini onkur steyp í hús, sigur Brandur Jacobsen og vísur á, at Víkingur hevur vunnið 9 steyp í 18 ár.
Tað hevur eisini eydnast felagnum, at fáa spælarar til felagið, sum síðani mennast til berandi kreftir á besta liðnum. Í løtuni er talan serliga um Poul Kallsberg, Jørgen Nielsen og Ara Olsen, meðan Ragnar Skála er tann næsti í røðini.
Spæla um nógvar pengar
Tað eru nógvir pengar í evropiskum fótbólti. Víkingur kann við einum samanløgdum sigri í kvøld tryggja sær ein bruttovinning upp á góðar 12 milliónir krónur í summar, tá allir dystirnir í undanumførunum eru spældir. Her eru fleiri mótrokningar. Tann størsta er ferðing og uppihald til útidystirnar, meðan tað er eisini vanligt at spælarar fáa ágóðar fyri at koma víðari, umframt aðrar útreiðslur. Tó væntast væl at liggja eftir, tá Víkingur hevur spælt í Evropa í summar.
- Pengarnir hava sjálvandi týdning fyri at reka eitt fótbóltsfelag. Onkuntíð fløgir í kassananum, og so eru nøkur ár, har tað er fjøra. Vit upplivdu tað millum annað í 2016 og 2017, har vit vunnu FM, og so komu trý ár uttan Evropa. Tað er týdningarmikið, at vit ikki skulu høgga bremsur hvørja ferð tað miseydnast, greiðir Brandur Jacobsen frá.
Víkingur spælir í kvøld í 1. undanumfarinum í Champions League. Dysturin verður í Klaksvík klokkan 19. Síðani møtast liðini aftur á Gibraltar um eina viku. Vinnari skal møta Reyðu Stjørnu úr Serbia í 2. undanumfari í Champions League.
Skuldi Víkingur tapt, dettur felagið niður í 2. undanumfar í Conference League. Her háttaði lutakastið seg soleiðis, at taparin av uppgerðini kemur víðari til 3. undanumfarið uttan at spæla.




























