Venjarin: Nú hava vit mótbrekku

Venjarin: Nú hava vit mótbrekku
Víkingur eigur at kunna gera tað betri, helt Jóhan Petur Poulsen eftir Champions League-tapið fyri Lincoln Red Imps við Djúpumýru, sum gevur teimum ljósabláu mótbrekku
08.07.2025 - 21:28

Venjarin hjá Víkingi var vónbrotin eftir 3-2 tapið fyri Lincoln Red Imps í 1. umfari í Champions League við Djúpumýru og má staðfesta, at nú er mótbrekka undan returdystinum í Gibraltar.

 - Vit eiga at kunna gera tað betri, segði Jóhan Petur Poulsen.

 - Vit kunnu taka av fleiri kjansum, og tað er heldur ikki nøktandi at inkassera trý mál á heimavølli.

Bernardo Lopes legði Red Imps framum, tá smáir 20 minuttir vóru spældir, áðrenn Jákup Johansen javnaði í 29. minutti. Bert tveir minuttir seinni var Bernardi Lopes aftur upp á spæl, áðrenn Tjay De Barr økti til 3-1. Beint fyri steðgin eydnaðist kortini Sølva Vatnhamar at minka um munin við brotssparki.

 - Vit javna til 1-1, og so gongur ein lítil løta, og so er 2-1. Vit eru ikki nóg fokuseraðir í dag og eru noyddir at uppa okkum til seinna dystin.

Í seinna hálvleiki royndi Víkingur at javna, og heimaliðið var nær við fleiri ferðir. Fyritreytirnar versnaðu kortini nakað átta minuttir fyri leiklok, tá Olaf Bárðarson fekk reytt kort fyri at spýta á ein liggjandi mótstøðuleikara. Sjónvarpsendurtøkurnar góvu einki greitt svar, men dómarin ivaðist ikki eftir VAR-støðu.

 - Tað er lættari at spæla 11 ímóti 11 enn 10 ímóti 11, men tað varð so støðan, og vit royna at pressa teir til síðst, fyri at vita um vit kunnu fáa okkurt mál. Tað vóru onkrar støður, men ikki nóg góðir kjansir akkurát ta løtuna, segði Jóhan Petur Poulsen, sum ikki vildi finnast at Olafi Bárðarson eftir dystin. 

 - Vit eru noyddir til at standa saman, og vit mugu hyggja frameftir. Eg havi ikki sæð støðuna, so hatta má hann so bara taka, segði venjarin, sum staðfesti, at munandi betri avrik skal til í Gibraltar, um Víkingur skal vinna samanlagt á Lincoln Red Imps.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Fríggjadag 28. august
RagnarRokk: Gus G um Steel Burner
212034
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262