Sansa upplivingar í náttúruni

Sansa upplivingar í náttúruni
Leygarmorgunin kl. 10 skipar Barnabati fyri einari løtu við friði og nærveru í viðarlundini í Havn, og hon er ætlað børnum saman við foreldrum og systkjum
Hedvig Johansdóttir og Sóley Ísaksdóttir Hermansen
 
10.07.2025 - 10:16

"Har børn og ung trívast - Røddir, visjónir og vónir" er heitið á frágreiðing, sum var almannakunngjørd 30. juni, og hvørs støði er ein landsumfatandi kanning um og millum børn, har ið 670 børn eru spurd. Og samstundis er hetta fyrsta kanningin, har ið tað eru børnini, ið svara spurningum og hava hugskot um loysnir.

Ein av niðurstøðunum er, at børn hava brúk fyri friði, náttúru og nærveru. Og hetta er eisini orsøkin til, at Barnabati hevur tikið stig til tiltakið í Viðarlundini í Havn, sum verður leygardagin frá kl. 10 til 10:30. Sama tiltak verður tvær vikur seinri, tann 26. juli úti í Grøv í Klaksvík.

Vit tosa við Hedvig Johansdóttir, aðalskrivara í Barnabata, og Sóley Ísaksdóttir Hermansen, fyriskipari, um millum annað omanfyri nevndu evni.

Samrøðan kann hoyrast her!

 

1753044

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928