Danska verjan fylgir Melkart-2

Danska verjan fylgir Melkart-2
Danska verjuskipið, Knud Rasmussen, hevur verið úti hjá svartlistaða russiska skipinum, Melkart-2, sum er á veg á Klaksvík
Danska verjuskipið, Knud Rasmussen, hevur verið ein túr á leiðini hjá Melkart-2
Mynd: Fishfacts  
 
14.07.2025 - 23:50

Melkart-2 heldur framvegis beina kós á Klaksvík. Tað hevur tað loyvi til, tí skipið er vælkomið í føroyskan sjógv og í føroyska havn, hóast skipið, reiðaríið og alt samstarv við tað er á svartalista hjá bæði Noreg og ES.

Uttanríkis- og vinnumálaráðið hevur eisini sagt, at skipið er vælkomið í føroyska havn.

Tó hevur danska verjuskipið, Knud Rasmussen, í kvøld verið ein túr á leiðini hjá Melkart-2. Tað vísa AIS data frá Fishfacts.

Kringvarpið hevur fleiri ferðir í dag roynt at fingið eina viðmerking um støðuna frá Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í uttanríkis- og vinnumálum. Hvørki hon ella embætisverkið svara, men tó hava tey sent eina mynd úr Kyiev og boðað frá, at Sirið Stenberg í dag vegna landsstýrið hevur lagt eitt silkiband í føroysku flagglitunum á Frælsistorgið í Kiyev,


Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í uttanríkis- og vinnumálum, á stuðulsvitjan í Ukraina fyrr í dag. (Mynd:; Uttanríkis- og vinnumálaráðið)


Skipið, sum er á veg til Føroya, er bannað í ES og í Noreg, tí tað verður mett at vera ein partur í stríðnum. Tí hava vit í dag sent fleiri fyrispurningar til Uttanríkis- og vinnumálaráðið og beinleiðis til Sirið Stenberg, um samanhangin millum vitjanina í Kiyev og at Melkart-2 er á veg inn á Klaksvík og seinni til fiskiskap í føroyskum øki. Tað hevur higartil ikki eydnast at fáa annað svar enn myndina og stutta tíðindaskrivið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Fríggjadag 23. oktober
2. partur
215278
Fríggjadag 23. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Søren Manscher
215266
Fríggjadag 23. oktober
Breddin: Grøna orkuskiftið er steðgað upp
215263
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120