Melkart-2 liggur við Ánirnar

Melkart-2 liggur við Ánirnar
Nú er russiski trolarin komin til Ánirnar og fer at gera klárt til fiskiskap
Melkart-2 liggur nú við Ánirnar og ger klárt til at fara til fiskiskap.
Mynd: Rúna Sivertsen.  
 
15.07.2025 - 15:25

Beint fyri klokkan trý legði Melkart-2 at við Ánirnar norðan fyri Klaksvík. Skipið skal nú bunkra, proviantera og annars gera klárt til fiskiskap við Føroyar.

Russiski trolarin, sum hoyrir til felagið Murman Seafood, er bannaður í norskum - og ES-øki. Millum annað vegna møguligan trygdarvanda. Fyri nøkrum døgum síðani gjørdist tað greitt, at trolarin var á veg á Klaksvík at gera seg út til at fara undir fiskiskap í føroyskum sjóøki.

Í gjárskvøldið varð danska verjuskipið Knud Rasmussen á leiðini hjá Melkart-2. Danska verjan er í dag sera fáorðað um málið. Talan er um púra vanliga yvirvøku, sigur pressuvaktin hjá donsku verjuni við Kringvarpið.

Hoyr hvussu Hansa Hansen, tíðindafólk, greiðir frá um støðuna við Ánirnar:

1753877

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329