Metstórur ólavsøkuróður

Metstórur ólavsøkuróður
Heili 125 bátsmanningar hava boðað frá luttøku í kappróðrinum á ólavsøku í ár
125 manningar hava teknað til spennandi kappróðurin á Ólavsøku
Mynd: Jan Herman Hansen  
 
25.07.2025 - 16:38

Byrjað verður við barnaróðri klokkan 13.30. Gentumanningarnar eru so nógvar, í alt 22 í tali, so tann róðurin má skipast í tveimum riðlum. Síðani er finaluróður. Dreingjabátarnir eru 14 í tali, teir rógva allir saman.

Umframt vanligu FM-róðrarnar og barnaróðurin eru eisini tríggir aðrir róðrar. Tveir masters róðrar, kvinnur í 6 mannaførum og menn í 10.mannaførum. Hetta var fyrr nevnt ávikavist old girls og old boys. Haraftrat rógva eisini tvey gomul 6- mannafør við monnum. Tey eru sum vant Greivin av Signabø og Falkur úr Hósvík.

Røðin er eitt sindur broytt sammett við hinar stevnurnar. Hesaferð rógva 10. mannaførini seinast, sum gamalt var.

Niðanfyri sæst nær og hvussu róð verður ólavsøkuaftan. Tølini í klomrum vísa, hvussu nógvir bátar eru í hvørjum róðri. 

 

Kappróðrarskráin
13:30 - 13:40 Barnaróður. Innleiðandi róðrar hjá gentum (22)

14:00 Gentufinala

14:30 Dreingir (14). Beinleiðis finala

14:40 Gomul 6 mannafør (2) 

---

15:00 5 mannafør kvinnur (9)

15:20 6 mannafør kvinnur (5)

15:30 10 mannafør masters (3)

15:40 5 mannafør gentur 14-16 (12)

16:00 8 mannafør (9)

16:20 5 mannafør dreingir 14-16 (10)

16:40 6 mannafør menn (12)

17:00 5 mannafør gentur 17-18 (11)

17:20 6 mannafør masters kvinnur (7)

17:40 5 mannafør dreingir 17-18 (6)

17:50 10 mannafør (3)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286