Yvirtaka rúsandi evni og tvingsil í psykiatri

Yvirtaka rúsandi evni og tvingsil í psykiatri
Heilsumálaráðið fyrireikar uppskotið, sum løgmaður leggur fyri løgtingið í vár
Heilsumálaráðið fyrireikar uppskotið um yvirtøku.
 
31.07.2025 - 07:59

Tvær yvirtøkur eru ætlaðar í tingsetuni, sum júst er byrjað.

Landsstýrið ætlar at yvirtaka málsøkini rúsandi evni og tvingsil í psykiatri.

Tað verður gjørt við støði í álitinum um møguliga yvirtøku av uppgávunum hjá landslæknaembætinum og ávísum øðrum málsøkjum. 

Heilsumálaráðið fyrireikar uppskotið, sum løgmaður leggur fyri løgtingið í vár. 

Og málsøkið flogferðsla skal eisini yvirtakast.

Tann yvirtøkan verður gjørd í stigum, so einstøku partarnir í málsøkinum koma á føroyskar hendur, so hvørt føroyskir myndugleikar í samskifti við danskar myndugleikar taka ábyrgd av teimum. 

 

Býta økið sundur

Treytin er, at danskir myndugleikar fáa sær heimild at býta málsøkið flogferðsla sundur.

Lógaruppskot um tað fer væntandi í fólkatingið í heyst. 

Uttanríkis- og vinnumálaráðið fyrireikar uppskotið um at yvirtaka flogferðsluna.

Løgmaður leggur uppskotið fyri løgtingið í heyst, stendur í løglistanum hjá landsstýrinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 5. juni
Vikuskiftið 5 juni 2026
209362
Fríggjadag 5. juni
LEITISSTEIN 05.06.2026 (Kóboykex)
209353
Fríggjadag 5. juni
Morgunlestur fríggjadagur 5.juni 2026
208844
Hósdag 4. juni
RagnarRokk 4.juni 2026
208850
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 5. juni
Føroyar - Georgia, seinni dystur
209359
Fríggjadag 5. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209348
Hósdag 4. juni
Veðrið
209319
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233