KÍ skal møguliga til Madrid

KÍ skal møguliga til Madrid
Evropiska fótbóltssummarið er ikki av enn. Í vikuni spæla KÍ og Víkingur í 3. undanumfarinum í Conference og nú er greitt hvørjum tery møta, um tey koma víðari
Páll A. Klettskarð skoraði avgerandi móti FK Radnički 1923
Mynd: KÍ (ki.fo)  
 
04.08.2025 - 14:09

Lutakast hevur verið í Nyon í Sveis í dag. Tað er til sonevndu “Play-off” dystirnar í Conference League kappingini, har bæði KÍ og Víkingur eru við enn. KÍ skal møguliga møta spanska høvðusstaðarliðnum Rayo Vallecano, meðan Víkingur sannlíkt skal til Dublin.

 

KÍ spælir í annaðkvøld klokkan 19.45 móti hvítarussiska FC Neman Grodno á Tórsvølli. Vinnarin av uppgerðini skal møta spanska høvðusstaðarliðnum Rayo Vallecano um at  koma í deildarspælið. Hetta má metast sum eitt spennandi lutakast, men ítróttarliga er talan um nummar 8 í La Liga farna kappingarári.

 

Hinvegin, so er hetta bara aðru ferð at spanska felagið hevur vunnið seg í Evropa. Seinast var í kappingarárinum 2000/2001. Rayo Vallecano er eitt lutfalsliga lítið felag í Spania, sum vanliga stríðist fyri upp- og niðurflyting millum bestu og næstbestu deildina.

 

Víkingur spælir sín fyrra dyst í 3. undanumfarinum, sum er ímóti Linfield FC, hóskvøldið. Vinnarin av hesi uppgerðini skal møta taparanum av uppgerðini millum kroatiska HNK Riejka og írska Shelborune FC. Her er HNK Riejka rímiligur favorittur at vinna, so sannlíkt verður tað ein túrur ti Dublin at spæla um eitt pláss í deildarspælinum í Conference League.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 13. september
Guðstænasta í Dals kirkju
213163
Sunnudag 13. september
Bolero
213160
Sunnudag 13. september
Credo: Filosofiskur (1)
213158
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166
Sunnudag 13. september
Guðstænasta úr Dals kirkju
213161
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136