Gongst striltið at selja almennar bygningar

Gongst striltið at selja almennar bygningar
Í fjør var roknað við at selja ognir fyri níggju milliónir, men bara slakar tvær millónir komu í kassan
Landið ætlaði at selja studentaskúlan í Hoydølum til Tórshavnar kommunu fyri 37 mió. kr., men sølan verður av ongum.
 
07.08.2025 - 10:03

Aftur í fjør var roknað við fleiri inntøkum á fíggjarlógini av at selja almennar bygningar, enn tað veruliga eydnaðist at fáa burturúr.

Metta inntøkan var níggju milliónir. Hon bleiv bara 1,8 milliónir.

Tað var ognin hjá Heilsumálaráðnum og Klaksvíkar sjúkrahúsi, Oman Reyðhús 4 og 6 í Klaksvík, sum varð seld fyri 1,8 milliónir krónur.

Landsverk kann bara selja almennar bygningar, um avvarðandi aðalráð gevur loyvi til tess.

 

Loyvi fæst sjáldan

Og sum skilst, fæst slíkt loyvi sjáldan. Tí vera so fáir almennir bygningar seldir.

Landið ætlaði sær 37 mió.kr., tí studentaskúlin í Hoydølum skuldi seljast Tórshavnar kommunu. 

Men tann sølan verður av ongum.

Ognin á Sanatoriivegi 11 til 15 verður tí framvegis landsins ogn, sum Almanna- og Mentamálaráðið nú hevur ræði á.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310