Ísrael ætlar at taka alt valdið í Gasa

Ísrael ætlar at taka alt valdið í Gasa
Fimm meginreglur eru gjørdar, sum skulu enda kríggið, m.a. at avvápna Hamas og Gasageiran, og at fáa allar gíslarnar heimaftur
Ísraelska stjórnin við Benjamin Netanyahu, forsætisráðharra, á odda ætlar at taka alt valdið í Gasa.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
08.08.2025 - 08:44

Stríðið í Gasageiranum tykist nú verða hert enn meira.

Eftir fund í 10 tímar hava ísraelska stjórnin og herleiðslan samtykt eina ætlan um at taka alt valdið í Gasabýi.

Sambært ST eru longu 87 prosent av Gasageiranum  bardagaøki.

Andstøðan í Ísrael talar ímóti avgerðini, og leiðarin hjá andstøðuni, Yair Lapid, kemur við hvøssum atfinningum móti ísraelsku stjórnini at taka valdið í Gasa.

Á sosiala miðlinum X skrivar hann m.a:

- Avgerðin hjá stjórnini í gjárkvøldið er ein vanlukka, sum fer at elva til enn fleiri vanlukkur.

 

 

Yair Lapid er andstøðuleiðari í Ísrael. (Mynd: Jerusalem Post)

 

Sambært Lapid fer avgerðin hjá stjórnini at hava við við sær, at ísraelsku gíslarnir lata lív, og at nógvir hermenn eisini fara at lata lív.

Og at enda kallar hann tað fyri eina "nyttuleysa herseting."

Puk Damsgaard, tíðindakvinna hjá danska kringvarpinum í Miðeystri, sigur, at "hetta eru vanlukkulig tíðindi hjá palestinum".

 

08082025_Puk_Damsgaard


Ísraelska verjuherdeildin, IDF, sigur, at tey fara at hava ábyrgdina av hjálpa fólki, sum eru uttan fyri bardagaøkini.

Samstundis verður sagt, at Ísrael fer nú at virka út frá fimm meginreglum fyri at enda kríggið, og tær eru:

1. Avvápna Hamas

2. Fáa allar gíslar heimaftur - bæði livandi og deyðar gíslar

3. Avvápna Gasageiran

4. Ísraelskt trygdareftirlit við Gasageiranum.

5. At seta á stovn eina alternativa sivila fyrisiting, sum hvørki er Hamas ella palestinskur myndugleiki.

 

Avvarðandi hjá teimum, sum eru gíslar í Gasa, gingu aftur mótmælisgongu í Jerusalem í gjárkvøldið. (Mynd: Ronen Zvulun/Reuters/Ritzau Scanpix)

 

Undir yvirgangsálopinum - undir leiðslu av Hamas - tann 7. oktober 2023 vórðu 251 gíslar tiknir.

Umleið 50 av teimum eru framvegis í varðhaldi hjá Hamas, harav 20 verða hildin at vera á lívi

Familjur hjá fleiri av teimum ísraelsku gíslunum, sum ikki eru komnir afturíaftur, gingu í gjárkvøldið mótmælisgongu móti ætlanini um at víðka hernaðarliga virksemið í Gasageiranum. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Sunnudag 17. mai
Bolero
208479
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta í Argja kirkju
208477
Sunnudag 17. mai
Credo: Open doors
208404
Leygardag 16. mai
Jambalaja - 160526
208445
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta við Harmonikuvinum
208481
Leygardag 16. mai
Hondbóltur: Føroyar - Bosnia
208449
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400