Konsertin við UB40 featuring Ali Campell framskundað til klokkan 20.30

Konsertin við UB40 featuring Ali Campell framskundað til klokkan 20.30
Veðrið blívur við at spæla Summarfestivalinum eitt puss, og tí hava fyriskipararnir valt at flyta konsertina við høvuðsnavninum í kvøld á Vágsbøi til klokkan 20.30
 
08.08.2025 - 17:48

UB40 featuring Ali Campbell spælir á Vágsbø kl. 20:30 í kvøld og ikki klokkan 22, sum ætlað. 

Hetta boðaði Erik Biskupstø, fyriskipari, frá í Vikuskiftissendingini. 

Sambært Eriki, so verður roknað við, at eitt skifti seint í kvøld fer at regna illa, og ættin liggur inn á stóra pall á Vágsbø.

"Tí verður trupult at hava konsert har ta løtuna. Væntað verður, at regnið fer fram við, og at veðrið verður betri aftaná," greiddi Erik Bisupstø frá. 

 

LES EISIN: "Veðrið var doing! doing!, men Nik & Jay vóru boing! boing!"

 

Her er broytta skráin

Høvuðsbroytingin í kvøld er, at konsertin við UB40 ft. Ali Campbell á Vágsbø verður framskundað til kl. 20:30.

Hetta hevur við sær, at aðrar broytingar mugu gerast í kvøld, eitt nú verður konsertin við Lindu Andrews, ið skuldi var á Vágsbøi klokkan 21, flutt inn í Tjaldið og verður klokkan 22.30. 

Niðanfyri sæst dagførda skráin fyri Summar Festivalin fríggjakvøldið.

 

Fríggjadagur 8. august

19.00: Kalas (Torgið)
19.45: Systrarnar á Lakjuni (Tjaldið)
20.30: UB40 ft. Ali Campbell (Vágsbøur)
22.00: Ester Skála (Torgið)
22.30: Linda Andrews (Tjaldið)
23.15: Herborg Torkilsdóttir (Torgið)
00.00: jazzygold (Tjaldið)
01.00: Dynamit (Vágsbøur)
02.15: Grandma’s Basement (Tjaldið)
03.00: Swardi (Vágsbøur)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Hósdag 9. juli
RagnarRokk: Mickey Dee um Lex Legion
209720
Hósdag 9. juli
Summarbeiti 9. juli 2026
210735
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523