Stjórin í LÍV fáorðaður um Globe Tracker

Stjórin í LÍV fáorðaður um Globe Tracker
- Tað kann skaða felagið, um eg úttali meg ítøkiliga um tað, sigur Jan Jakobsen, sum tó ásannar, at talan er um eina íløgu á høgum vandastigi
Globe Tracker heldur til á eystaru bryggju í Havn.
 
14.08.2025 - 10:19

LÍV-samtakið, sum umsitur stóran part av uppsparingini hjá føroyska arbeiðsmarknaðinum og føroysku fakfeløgunum, er nú ein av bara tveimum eigarum í fíggjarliga sera sperda felagnum Globe Tracker ApS. Hin eigarin er reiðaríið Framherji í Fuglafirði. Framherji eigur beint oman fyri 50 prosent, LÍV restina.

LÍV-samtakið hevur verið við í Globe Tracker í nógv ár, men so hvørt aðrir partaeigarar eru falnir frá, ofta við stórum fíggjarligum tapi, er ognarluturin hjá LÍV í hesi fyritøku bara øktur, og er nú beint undir 50 prosent.

30. desember í fjør var støðan í Globe Tracker so mikið álvarslig, at eigararnir valdu at niðurskriva allan kapitalin í felagnum til null. 234 milliónir krónur blivu avskrivaðar og staðfestar at vera mistar.

Ein av partaeigarunum, Norðoya Íløgufelag undir Føroyagrunninum, valdi tá at takka fyri seg. Íløgufelagið setti ikki nýggjar pengar í, og staðfesti í sama viðfangi, at pengarnir vóru mistir. Kringvarpið skilir, at Norðoya Íløgufelag hevur mist umleið 20-30 milliónir krónur í Globe Tracker. Ein upphædd, ið Eyðfinn Olsen, stjóri í íløgufelagnum, tó ikki vil gera viðmerkingar til.

 

 

Jan Jakobsen. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

LÍV varðveitir trúnna

30. desember í fjør settu Framherji og tvey av feløgunum í LÍV-samtakinum, P/F Tryggingarfelagið Lív og P/F Lív lívs- og pensjónstryggingarfelag, tilsamans 66,7 milliónir krónur í nýggjum partapeningi í Globe Tracker ApS.

Jan Jakobsen, stjóri, váttar, at her var talan um eitt lán frá LÍV til Globe Tracker ApS, sum nú bleiv umlagt til partapening.

- Globe Tracker hevði tørv á kapitali, og vit trúgva framvegis uppá felagið. Tí gjørdu vit soleiðis, sigur Jan Jakobsen.

Stjórin í LÍV ásannar tó, at tað er sera sjáldan, at LÍV umleggur eitt lán til partapening. Og Jan Jakobsen ásannar somuleiðis, at talan er um eina íløgu á høgum vandastigi.

- Jú, tað er rætt. Íløgan í Globe Tracker er ein íløga í mest váðafúsa bólkinum, sigur Jan Jakobsen, sum í sama viðfangi vísir á, at hesin bólkur er bara ein lítil partur av samlaðu íløgunum hjá LÍV-samtakinum.

Ofta verður sagt, at váðin í eini íløgu minkar, um nógvir partaeigarar eru við. Í Globe Tracker eru nú bara tveir partaeigarar, harav LÍV eigur beint undir 50 prosent. Spurdur, hvat tað ger við váðametingina av hesi íløgu, svarar Jan Jakobsen stutt:

-Jú, tað kann gerast ein støða, ið vit mugu hyggja uppá.

Hann vísir á, at Globe Tracker alla tíðina roynir at fáa aðrar, strategiskar samstarvspartnarar við. Tað er eitt “leypandi fokusøki hjá felagnum”, sum hann orðar seg.

 

 

Árni Ellefsen.

 

Nevndarformenn í umfar

Bondini millum LÍV-samtakið og Globe Tracker eru ikki bara fíggjarlig. Eisini á ovastu rók í báðum feløgum ganga somu persónar aftur. Sjálvur var Jan Jakobsen eitt skifti nevndarformaður í Globe Tracker ApS. Tað var tíðarskeiðið frá 29. juni 2023 til 9. juli 2024.

- Tað vóru serligar umstøður, ið gjørdu, at eg bleiv nevndarformaður. Meiningin var bara, at eg skuldi vera nevndarformaður í eina tíð, til man fann avloysaran, sigur Jan Jakobsen, ið tó ikki vil útgreina hesar “serligu umstøður.”

9. juli 2024 gerst Árni Ellefsen, fyrrverandi stjóri í Føroyabanka, nevndarformaður í Globe Tracker ApS. Tað var stutt sagt, tí at eigararnir bóðu hann um tað, upplýsir Árni Ellefsen.

Árni Ellefsen er nevndarformaður, tá allur kapitalurin í Globe Tracker verður niðurskrivaður til null, 234 milliónir krónur verða avskrivaðar, og LÍV og Framherji síðani umleggja tilsamans 66,7 milliónir av láni til nýggjan partapening.

29. apríl í ár fer Árni Ellefsen frá sum nevndarformaður í Globe Tracker ApS. Tað ger hann, tí hann er biðin um at gerast nevndarformaður í LÍV-samtakinum. Sessurin er tómur, tí Høgni Olsen er blivin fíggjarstjóri í Atlantsflog og tí ikki vil halda fram sum nevndarformaður í LÍV. Árni Ellefsen vil ikki sita í báðum formanssessum í senn, og fer tí úr Globe Tracker.

Tað eru Ognarfelagið LÍV, umboðandi tryggingartakararnar, og P/F Fakfelag, umboðandi eina røð av fakfeløgum, sum eiga hvør sína helvt av LÍV-samtakinum og harvið velja nevndina.

Árni Ellefsen er í dag nevndarformaður í LÍV-samtakinum, sum gjøgnum tvey av sínum feløgum eigur útvið helvtina av Globe Tracker.

 

 

Ógreiit er, hvussu nógvar pengar, LÍV hevur sett í Globe Tracker.

 

Tøgn um tap

LÍV hevur sum nevnt verið við í Globe Tracker í eftirhondini nógv ár, bæði sum partaeigari og lánsveitari. Men hvørki Jan Jakobsen ella Árni Ellefsen vilja upplýsa, hvussu nógvar pengar LÍV-samtakið hevur sett í fyritøkuna tilsamans.

Tað er greitt, at LÍV eigur ein lutfalsliga stóran part av teimum 234 milliónunum, sum beint fyri ársskiftið blivu niðurskrivaðar til null. Keldur, ið Kringvarpið hevur tosað við, meta, at LÍV-samtakið tilsamans hevur sett meira enn 100 milliónir krónur í Globe Tracker.

- Tað havi eg onga viðmerking til, svarar Jan Jakobsen, tá vit fyrihalda honum hesa upphædd.

Stjórin í LÍV-samtakinum vil als ikki tosa um pengar og Globe Tracker. Heldur ikki, tá vit spyrja hann um atlitið at teimum føroyingum, sum hann er settur at røkja eftirlønina hjá.

- Her mást tú hyggja at samlaðu myndini. Vit hava ymiskar váðabólkar, og tekur tú árið í fjør, so var avkastið av okkara samlaðu íløgum á góðari leið, sigur Jan Jakobsen.

Spurdur, um LÍV-samtakið hevur ætlanir um at seta enn fleiri pengar í Globe Tracker, svarar stjórin stutt, at tað veit hann ikki.

Higartil hevur Globe Tracker ongantíð givið yvirskot. Til spurningin, um tað verður í ár, svarar stjórin diplomatiskt:

-Vit miða altíð eftir, at felagið fer at geva yvirskot og harvið eitt íkast til okkara viðskiftafólk.

Annað alternativ er, at onkur íleggjari vil seta sínar pengar í Globe Tracker, og LÍV-samtakið harvið kann fáa pengar inn aftur.

Til atfinningarnar um manglandi opinleikan hjá LÍV um leiklutin í Globe Tracker, svarar Jan Jakobsen soleiðis:

- Talan er um eina fyritøku í altjóða kapping, og ítøkiligar útsagnir kunnu skaða felagið og teirra ætlanir at fáa strategiskar samstarvsfelagar. Og hartil er tað ikki vanligt, at vit úttala okkum um einstakar íløgur. Her vísa vit til samlaðu myndina av okkara íløguavkasti, sigur Jan Jakobsen.

Kringvarpið hevur biðið Jan Jakobsen um eina útvarpssamrøðu um Globe Tracker, men tað vil stjórin í LÍV-samtakinum ikki.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 10. desember
Hetjur í hæddunum
73356
Mikudag 10. desember
Vigdís 2:4 - teknmálstulkað
201326
Mikudag 10. desember
Vigdís 1:4 - teknmálstulkað
201310
Mikudag 10. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201294
Týsdag 9. desember
Veðrið
201256