RÁK: Blogging vinnur fram á internetinum

RÁK: Blogging vinnur fram á internetinum
Fyribrigdið blogging ella at blogga vinnur meira fram á internetinum, meðan siðbundnu miðlarnir hava tað trupult. Hvat er hetta ein ábending um?
Mynd: Shutterstock.com  
 
24.07.2013 - 10:30

Eitt nýtt fyribrigdi á internetinum, ið er meira og meira at síggja, eru sonevndir bloggar. 

Ein bloggurin er at rokna sum ein heimasíða, ið javnan verður dagførd við stuttum tekstum ella innleggum - posts, sum tað verður nevnt á internet-máli. 

Orðið bloggur stavar frá orðinum "weblog", ið fyrstu ferð varð brúkt í 1997. 

Innihaldið á bloggum er sera ymist alt frá dagbókum til politiskar kjaksíður ella ymiskar evnissíður, eitt nú móta- ella slatursíður. 

Millum kendastu bloggar í heiminum eru tíðindabloggurin The Huffington Post, Mashable og slaturbloggurin hjá Perez Hilton. 

 

BirkBlog

Birgir Kruse er millum fremstu bloggararnar í Føroyum. 

Til gerandis arbeiðir Birgir Kruse sum ritstjóri á Námi, men nógvar av fríløtum hansara verða brúktar frammanfyri telduskíggjanum, meðan hann bloggar um ymiskt, ið hevur hansara áhuga. 

BirkBlog, sum bloggurin hjá Birgir Kruse eitur, er sera væl umtóktur. 

 

Tá Summarmorgun vitjaði Birgir Kruse, hevði bloggurin júst sett met við 2500 serstøkum vitjandi ein og sama dag. 

Men hvat eggjar Birgir Kruse at brúka so nógva tíð upp á at blogga? 

 

INNSLAG_Birgir_Kruse_um_blogging_23012013

 

Av øðrum føroyskum bloggum, so kunnu nevnast Listabloggurin hjá Kinnu Poulsen og Inger Smærup, Nudlar hjá Niels Una Dam og bloggurin hjá Flóvin Eidesgaard.

Ein tann feskasti føroyski bloggurin er sera urbani og áhugaverdi bloggurin Fjøllini Dansa, sum blaðungum fólk kring landið eru farin saman um. 

 

Orðið er fullkomiliga frítt

Høgni Reistrup, miðlafrøðingur, heldur, at framgongdin hjá bloggunum á internetinum er eitt úttrykk fyri tað ultimativa frælsi fyri at úttrykkja sínar egnu tankar, ið internetið gevur tí einstaka. 

"Orðið er fullkomiliga frítt. Ein og hvør kann seta seg niður og skriva um tey evni, sum hava áhugan hjá viðkomandi. Og dugri tú væl at orða teg, so kanst tú fáa ein rættiliga stóran lesaraskaða, eisini í Føroyum."

 

INNSLAG_Hogni_Reistrup_um_at_blogga_24072013



  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. januar
Jambalaja - 170126
202831
Leygardag 17. januar
Vikugesturin: Litrík og stríðsfús
202823
Leygardag 17. januar
Vikan 17. januar 2026
202822
Leygardag 17. januar
Upp á tá - 160126
202819
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610