Fundurin í Hvítu Húsunum er byrjaður

Fundurin í Hvítu Húsunum er byrjaður
Eisini evropeiskir stjórnarleiðarar taka lut, eins og forkvinnan í ES-nevndini og aðalskrivarin í NATO. Á fundinum fara tey at tosa um støðuna í Ukraina.
 
18.08.2025 - 18:20

Teir hittast eftir at Trump fríggjadagin var á fundi við russiska forsetan, Vladimir Putin, sum endaði uttan nakra ítøkiliga niðurstøðu.

Seinast Trump og Zelenskyj hittust, var í februar. Tá endaði fundurin við einari ósemju millum Zelenskyj og amerikanska forsetan, Donald Trump og varaforsetan, J.D. Vance.

Hesuferð er Zelenskyj øðrvísi fyrireikaður, tí hann kemur ikki á fund einsamallur. Við sær hevur hann eina røð av evropeiskum leiðarum;
Tey eru franski forsetin, Emmanuel Macron, bretski forsætisráðharrin, Keir Starmer, týski kanslarin Friedrich Merz, italska forsætisráðfrúan Giorgia Meloni, finski forsetin, Alexander Stubb, forkvinnan í ES-nevndini, Ursula von der Leyen, og aðalskrivarin í NATO, Mark Rutte.

Og við sær hevur Donald Trump amerikanska varaforsetin J.D. Vance, amerikanska uttanríkisráðharran Marco Rubio, starvsfólkaleiðaran í Hvítu Húsunum, Susie Wiles og sendiharrarnar Steve Witkoff og Keith Kellogg.


Fleiri evropeiskir stjórnarleiðarar fundaðust talgilt í gjár, áðrenn fundin sum nú er byrjaður. Tey hava arbeitt við einari felags visjón fyri eini friðaravtalu millum Ukraina og Russland, sum kann verða løgd fram fyri Donald Trump í kvøld.

Undan fundinum hevur amerikanski forsetin sett út í kortið fyri fundin í dag.

Á sínum egna sosiala miðli, Truth Social, skrivar Trump, at Ukraina ikki fær Krim-hálvoynna aftur, og Ukraina má gloyma at sleppa upp í NATO.


Per Bang Thomsen, Evropa analytikari hjá danska kringvarpinum, væntar, at evropeisku stjórnarleiðarnir fara at leggja dent á, at hetta ikki bara snýr seg um Ukraina, men trygdina í øllum Evropa. Boðskapurin til Trump verður tí, at tey ynskja frið, men tað skal vera ein varandi friður.
 

Kelda: dr.dk og tv2.dk

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 3. mars
Eitt korter við kórtónleiki
205078
Týsdag 3. mars
Corrado Rustici um Chaire
205061
Týsdag 3. mars
Morgunlestur týsdagur 3.mars 2026
204717
Mánadag 2. mars
Norðurljóð 2.mars 2026
204747
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. mars
Veðrið
205102
Týsdag 3. mars
Stjørnan í fimta parti
204959
Mánadag 2. mars
Veðrið
205044