Álopið á Gasa bý fær heimssamfelagið at ressast

Álopið á Gasa bý fær heimssamfelagið at ressast
Støðan merkist eisini væl í Ísrael, sigur føroyski sendimaðurin í Tel Aviv
Ísraelskir stríðsvognar á markinum millum Ísrael og Gasa.
Mynd: Jack Guez/AFP/Ritzau Scanpix  
 
21.08.2025 - 14:13

Ísraelska ætlanin at taka valdið í Gasa býi fær heimssamfelagið at ressast.

Ísrael fór í gjár undir umstríddu atgerðirnar at Gasa býi, ísraelsk herfólk standa uttan fyri býin, og tjøld verða sett upp í syðra parti av Gasageiranum, sum skulu hýsa palestinum, sum verða riknir úr býnum.

Útivið 60.000 eykahermenn verða kallaðir inn fyrst í septembur.

 

 

Petur Petersen, føroyskur sendimaður í Ísrael.

 

 

Krevur vápnahvíld alt fyri eitt

ST-aðalskrivarin, Antonio Guterres, kravdi í nátt vápnahvíld í Gasa alt fyri eitt, eftir at Ísrael í gjárkvøldið boðaði frá hørðum álopum at taka valdið á Gaza býi, skrivar norska kringvarpið.

Guterres segði sambært Reuters, at vápnahvíld er neyðug, um sleppast skal undan tí deyða og oyðing, sum álopini fara at hava við sær.

Støðan merkist eisini væl í Ísrael, sigur sendimaður Føroya, Petur Petersen.

- Fólk vilja hava gíslarnar heim, men stúra fyri, at nýggja álopið fer at kosta seinastu gíslunum lívið, sigur Petur Petersen, sendimaður í Tel Aviv:

 

21082025_Petur_Petersen


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928