Netanyahu vil samráðast um gíslar

Netanyahu vil samráðast um gíslar
Samráðingarnar fara eisini at snúgva seg um at enda kríggið við treytum, sum eru "góðkendar av Ísrael," sigur ísraelski forsætisráðharrin
Benjamin Netanyahu, forsætisráðharri í Ìsrael.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
22.08.2025 - 09:09

Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, hevur givið boð um at fara undir samráðingar um, at gíslarnir í Gasa verða latnir leysir alt fyri eitt.

Samráðingarnar fara eisini at snúgva seg um at enda kríggið við treytum, sum eru "góðkendar av Ísrael".

Tað upplýsir tíðindastovan Reuters.

Sambært ísraelska miðlinum Haaretz hevur Netanyahu eisini sagt, at hann góðtekur ætlanirnar hjá ísraelska herinum um at "yvirtaka Gasa bý fyri at vinna á Hamas".

- Hesi bæði viðurskiftini, at vinna á Hamas og at fáa allar okkara gíslar heim aftur, ganga hond í hond, sigur forsætisráðharrin.

Fyrr í vikuni segði Basem Naim, leiðandi umboð fyri Hamas, at Hamas hevði samtykt eitt uppskot um vápnahvíld. Men nágreiniliga innihaldið í uppskotinum var ikki lýst greitt.

 

Búsetingar á Vestara áarbakka

Ísraelska stjórnin máar støðið undan møguleikanum fyri at Ísrael og Palestina vera hvør sín statur við at góðkenna nýggjar búsetingar á hersettta Vestara áarbakka.

Tað er boðskapurin í felags yvirlýsing frá 22 londum, harímillum Danmark, Fraklandi, Bretlandi og Kanada, skrivar Ritzau.

Londini fordøma avgerðina sum "óhóskandi og brot á altjóðarætt".

Niðursetuverkætlanin hjá Ísrael, sum fevnir um fleiri enn 3.000 nýggj heim í hersetta økinum, E1, hevur verið í bíðistøðu í áravís av ísraelsku stjórnini orsakað av altjóða trýsti.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 16. mars
Andgletturin
205678
Mánadag 16. mars
Góðan morgun Føroyar
205668
Mánadag 16. mars
Morgunlestur mánadagur 16.mars 2026
205616
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 16. mars
and3 - teknmálstulkað
205687
Mánadag 16. mars
Andgletturin - Javnaðarflokkurin
205676
Sunnudag 15. mars
Andakt
205651
Sunnudag 15. mars
Guðstænasta úr Dals kirkju
205647