Enn eingin nýskipan

Enn eingin nýskipan
Ætlanin er at spara á fíggjarlógini fyri næsta ár, men enn er onki arbeiði sett í verk at gera lovaðu nýskipanirnar í tí almenna.
22.08.2025 - 19:38

Ætlanin er at spara á fíggjarlógini fyri næsta ár, men enn er onki arbeiði sett í verk at gera lovaðu nýskipanirnar í tí almenna. Edvard Heen er ein av almennu stjórunum, sum bjóðaði sær til at vera við í einum nýskipanararbeiði, og nú er hann farin at ótolnast. Teir fimm stjórarnir sendu landsstýrinum tilmæli um nýskipanir á grækarismessu í fjør, men síðan tað er ikki komin meir enn ein fundur burturúr. Tann fundurin var 15. mai. Løgmaður lovaði ananrs í mars at seta eitt nýskipanarráð.

 

Hóast nýskipanirnar ikki enn eru framdar, so eru sparingar at síggja í tí almenna. Í ár vóru 72 milliónir spardar og í uppskotinum um játtanarkarmarnar fyri tey næstu árini, sum landsstýriskvinnan legði fram í mars stendur, at í 2026 skal landið spara 55 milliónir og í 2027 90 milliónir. Men sparingar uttan nýskipan fara ikki at loysa trupulleikan, heldur Edvard Heen, fyrrverandi stjórin í Almannaverkinum, sum nú er fíggjarstjóri. Hann stúrir fyri, at onki verður gjørt fyrr enn, vit koma í eina kreppu. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 2. juli
HM-tíðindi 2. juli 2026
210436
Mikudag 1. juli
Skratsj 1. juli 2026
210398
Mikudag 1. juli
HM-tíðindi 1. juli 2026
210394
Mikudag 1. juli
Morgunlestur mikudagur.
210323
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360