Støðan í Gasa er hættislig

Støðan í Gasa er hættislig
Meðan hungursneyðin breiðir seg í Gasa-býi, sleppur neyðhjálpin ikki fram, og hjálparfólk lata lív í arbeiðinum, sigur formaðurin í Reyða krossi Føroya
Jóannes Eidesgaard er formaður í Reyða krossi Føroya
 
23.08.2025 - 17:06

Støðan í Gasa er syrgilig og sera hættislig.

Tað sigur formaðurin í Reyða krossi Føroya, Jóannes Eidesgaard.

The Integrated Food Security Phase Classification, stytt IPC, sum kannar matvørutrygd, og hvussu álvarsom støðan við matvørutrygd er í ymsum økjum, hevur í nýggjari frágreiðing víst á, at hungursneyð er í Gasa-býi.

Eisini hava stjórnarleiðarar, altjóða stovnar og mannarættindafelagsskapir heitt á Ísrael um at steðga krígnum í Gasa í stundini og at loyva neyðhjálpini inn.

Meðan stjórnarleiðarar harta framferðina hjá Ísrael, eru føroyskir myndugleikar heldur afturhaldnir í sínum fráboðanum um støðuna í Gasa, sigur hann.

 

Hoyr meira í innslagi í útvarpstíðindunum:

1759544

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 13. september
Credo: Filosofiskur (1)
213158
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Leygardag 12. september
Upp á tá - 110926
213150
Leygardag 12. september
Morgunlestur leygardagur 12. september
212707
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065