- Tíðindi, mentan og ítróttur
Beinleiðis úr Studio 5

Ein túrur við tumlinum gjøgnum Danmark, gerandisgleði, ella tað at skula fyrigeva einum øðrum menniskja og ynskja viðkomandi eitt gott lív.
Danski sangskrivarin Søren Manscher finnur søgurnar í lívinum rundan um seg. Við gittaranum og einum sanghátti, sum stundum nærkast vanligari talu, gevur hann bæði tí vakra, tí løgna og tí trupla pláss í sangunum.
Í 2019 gav hann út sína fyrstu sólóplátu og hitaði upp fyri Søren Huss í 19 donskum býum. Síðani eru fleiri útgávur komnar, og sambandið við Føroyar er vorðið tættari. Millum annað hevurt Teitur framleitt tilfar hjá Manscher.
Nú er Søren aftur í Føroyum við nýggjum tónleiki og tveimum føroyskum viðleikarum. Og í dag vitja teir okkum: Søren Manscher á sangi og gittara, Torleik Mortensen á bassi og Hjørtur Háberg á trummum.

Beinleiðis úr Studio 5
Beinleiðis úr Studio 5 er sending við livandi tónleiki. Bólkar og einstaklingar, sum hava hug at royna seg, verða boðin í útvarpsstovuna at spæla.











