Fáa 3.200 kr. aftrat fyri at ansa sjúkum heima

Fáa 3.200 kr. aftrat fyri at ansa sjúkum heima
Millum 90 og 100 fólk fáa endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku, og meginparturin er kvinnur
Gjaldið er nú 27.779 kr. um mánaðin, og tað verður sambært uppskotinum 31.000 kr. á nýggjárinum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
27.08.2025 - 08:49

Fólk, sum missa arbeiðsinntøku, tí tey noyðast at vera heima og ansa sjúkum fólki, fara at fáa góðar 3.200 kr. meira um mánaðin frá tí almenna.

Gjaldið er nú 27.779 kr. um mánaðin.

Tað verður 31.000 kr. á nýggjárinum, ætlar Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður.

Hann hevur gjørt uppskot um lógarbroyting, sum er sent til hoyringar.

Verandi skipan ger, at nógvar familjur missa inntøku.

Hon ger, at fíggjarlig atlit avgera, hvussu familjur leggja ansingina til rættis.

 

90 prosent kvinnur

Næstan 90 prosent teirra, sum fáa veitingina, eru kvinnur.

Millum 90 og 100 fólk fáa endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku.

Hækkingin kostar landskassanum eina til tvær milliónir um árið. 

Harafturímóti verður hámarksupphæddin ikki javnað í 2026.

Tað ger, at landskassin sparir 500.000 til 700.000 kr.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290