SEV hevur eykaaðalfund um pumpuskipanina

SEV hevur eykaaðalfund um pumpuskipanina
Nevndin í SEV mælir til at brúka 10 milliónir aftrat at kanna verkætlanina um pumpuskipan í Vestmanna
Higartil eru brúktar 60 milliónir kr. at kanna pumpuskipanina í Vestmanna, men nú er ætlanin at brúka 10 milliónir aftrat.
 
27.08.2025 - 13:27

Í gjárkvøldið var fundur í Løkshøll í Runavík, har limirnir í SEV, tað eru tær 29 kommunurnar í landinum, vórðu kunnaðar um pumpuverkætlanina í Vestmanna.

- Talan var um ein kunnandi fund, meðan endaliga avgerðin, har kommunurnar skulu taka støðu til, um nevndin í SEV skal sleppa at brúka 10 milliónir krónur  at kanna verkætlanina av nýggjum verður á eykaaðalfundi fríggjadagin, sigur Haraldur Hammer, nevndarformaður í SEV.

 

 

Haraldur Hammer er nevndarformaður í SEV. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Higartil hevur SEV brúkt 60 milliónir kr. at kanna málið.

Hoyr samrøðu við Harald Hammer í útvaråstíðindunum: 

 

27082025_Haraldur_Hammer

 

Fyri einum ári síðani slepti SEV ætlanini um pumpuskipanina í Vestmanna. 

Mett var, at skipanin fór at kosta 1,3 milliardir krónur, men tá tilboð komu inn, var verkætlanin mett at kosta 2,2 milliardir krónur - ella eina góða milliard meira enn væntað. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 18. mars
Vágskálin
205823
Mikudag 18. mars
Fyrsta val 18. mars 2026
205820
Mikudag 18. mars
Fyrireiking er lykilin
205812
Mikudag 18. mars
Andgletturin
205811
Mikudag 18. mars
Góðan morgun Føroyar
205809
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 18. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205826
Mikudag 18. mars
Andgletturin - Miðflokkurin
205810
Mikudag 18. mars
Sjálvstýri í heita stólinum (4:7)
205808
Týsdag 17. mars
Tinggáttin
205791