Géza Dávid Turi varpaði United út úr EFL-steypakappingini

Géza Dávid Turi varpaði United út úr EFL-steypakappingini
Grimsby í fjóðrbestu ensku deildini varpaði í kvøld Manchester United út úr EFL-steypakappingini, og Géza Dávid Turi átti ein seym í kistuni, tá hann skoraði upp á brotsspark
Mynd: Grimsby Town á Facebook  
 
27.08.2025 - 22:32

Fyrrverandi Víkinga-leikarin, Géza Dávid Turi, sum í dag spælir við enska felagnum Grimsby í fjórðbestu deildini, rakk í kvøld ein stóran markastein á sínari yrkisleið. 

Grimsby hevði fingið heiðurin at spæla móti mæta Manchester United á heimavølli í minnu av tveimum enskum steypakappingunum, EFL-steypakappingini. 

Géza Dávid Turi byrjaði á bonkinum, men lið hansara var greitt oman á í stórum pørtum av dystinum. 

Tá farið var til hálvleiks var støðan 2-0 til heimaliðið. 

Føroyski landsliðsmiðvallarin kom á vøllin í 64. minutti, og stóð seg væl.

Grimsby skoraði til 3-0 í øðrum hálvleiki, men málið varð kolldømt. 

 

Brotssparkskapping

At enda vaknaði Manchester United og fekk javnað til 2-2, og so skuldi dysturin avgerðast við brotsspørkum. 

Og tá tað dróg út at fáa avgjørt dystin, endaði tað við, at Géza Dávid Turi eisini skuldi skjóta.

Géza var ivaleysur og setti bóltin trygt í netið aftanfyri Onana í United-málinum. 

Endin varð, at Grimsby, langt um leingið, vann brotssparkskappingina 12-11 og fer víðari í EFL-steypakappingini. 

Sí hagtøl frá dystinum HER. 

Víkingur var eisini skjótur at ynkja sínum fyrrverandi leikara tillukku við avrikinum. 

HER ERU BESTU BITARNIR ÚR DYSTINUM:

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Mánadag 21. september
Norðurljóð 21.september 2026
213480
Mánadag 21. september
RagnarRokk: Maggy Luyten um You´ve Been Served
212905
Sunnudag 20. september
Bolero
213531
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424