Russar megna ikki órógva flúgvingina til Føroya

Russar megna ikki órógva flúgvingina til Føroya
Hóast russar kundu funnið uppá at órógvað GPS signalið í Føroyum, so ber framvegis til at flúgva trygt til Føroya. Tað vissar Kurt Fossasberg flogskipari um
Airbus hjá Atlantsflogi.
Mynd: Savn  
 
02.09.2025 - 18:37

Í gjár hoyrdu vit, at flogfarið, sum ES-nevndarforkvinna, Ursula von der Leyen, var umborð á, bleiv órógvað á veg úr Pólandi til Bulgaria.

Ítøkiliga vóru tað GPS-signalini, sum flogfarið brúkar at seta kós eftir, sum vórðu órógvað. Tað gekk tó væl hjá flogskiparunum at flúgva víðari og lenda trygt.  

ES mistonkir Russland at standa aftan fyri hendingina.

GPS-signalið fer tó ongantíð um okkara leiðir. Skuldi tað kortini hent, at t.d. russarar kundu órógvað GPS-signalið á flogførum, sum flúgva um okkara leiðir, so er tó eingin trupulleiki hjá flogskiparunum at stýra flogførunum og lenda trygt.

Hoyr innslag við Kurta Fossaberg, flogskipara

1761458

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. januar
Jambalaja - 170126
202831
Leygardag 17. januar
Vikugesturin: Litrík og stríðsfús
202823
Leygardag 17. januar
Vikan 17. januar 2026
202822
Leygardag 17. januar
Upp á tá - 160126
202819
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610