Vit gita: Hetta verður liðið móti Kroatia

Vit gita: Hetta verður liðið móti Kroatia
Í kvøld verður seinasta venjingin hjá manslandsliðnum undan HM-undankappingardystinum móti Kroatia. Vit gita liðið
Landsliðið, sum byrjaði inni móti Montenegro
Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF  
 
04.09.2025 - 14:50

Tað er í annaðkvøld klokkan 19.45, at Føroyar taka móti Kroatia á fyrsta sinni. Vit hava tó spælt móti Jugoslavia í 1991, áðrenn Kroatia bleiv sjálvstøðug tjóð. Tá taptu vit 7-0 og 2-0. Eyðun Klakstein og hansara menn hava eina venjing nú seinnapartin, so tað er ikki vist at liðið er endaliga sett, men her gita vit liðið.

Mattias H. Lamhauge fær kjansin í málinum. Hann hevur spælt fýra dystir í Superliguni í seinastuni. Kroatia er eitt lið, sum kann spæla við nógvum innleggum. Her hevur Mattias munin og tað kundi verið orsøkin til, at hann fær plássið. Um ikki, so er lítil munur á honum og Bárði á Reynatrøð.

Í miðverjuni er lítil ivi um, at tað vera Odmar Færø, Gunnar Vatnhamar og Andrias Edmundsson. Ivamálini eru á vongbakkunum. Velur Eyðun Klakstein at brúka Jann Benjaminsen í hesum dystinum, ella skal Jóannes Kalsø Danielsen spæla frá byrjan. Og hvussu klárur er Viljormur Davidsen. Vit gita, at tað verða Viljormur og Jóannes.

Á miðjuni eru fleiri boð, men vit gita at tað verður Árni Frederiksberg í høgru og Hanus Sørensen í vinstru, meðan Jákup B. Andreasen vinnur dystin við Géza Dávid Turi um plássið við síðuna av Brandi Hendrikssyni.

Tað gevur pláss fyri Meinhardi E. Olsen í álopinum. Ein annar møguleiki er, at Páll A. Klettskarð byrjar í álopinum og Meinhard E. Olsen tekur plássið hjá Hanusi Sørensen. Tað er eisini kapping um plássið á miðjuni og tað hevði ikki verið løgið, um Géza Dávid Turi fekk debut frá byrjan.

 

Vit gita: (Føroyar 5-4-1)

Mattias H. Lamhauge – Jóannes K. Danielsen, Odmar Færø, Gunnar Vatnhamar, Andrias Edmundsson, Viljormur Davidsen – Árni Frederiksberg, Brandur Hendriksson, Jákup B. Andreasen, Hanus Sørensen – Meinhard E. Olsen

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. mai
Morgunlestur týsdagur 26.mai 2026
208229
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta av ovara vølli.
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816
Mánadag 25. mai
Andaktin 2. Hvítusunnudag
208776
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta í Gundadali
208770