Poppverturin verður sendur beinleiðis úr Gran Canaria

Poppverturin verður sendur beinleiðis úr Gran Canaria
Í dag fer Jákup Magnussen at senda sendingina "Poppverturin" beinleiðis úr Gran Canaria umvegis nýggju sendiskipanina í Kringvarpinum, ið eitur Radioman
Mynd: Privamynd  
 
05.09.2025 - 11:34

Um veturin er hann náttarfuglurin, ið sendir Plátubarrina í útvarpinum leygarkvøld og langt út á náttina.

Restina av árinum søkir Jákup Magnussen ljósið og sólina, tí stórar partar av árinum heldur hann til á sponsku sóloynni Gran Canaria.  

Í dag ger Jákup Magnussen, ið vanliga gongur undir navninum Diskobeiggjon, hvørki meir ella minni, enn at hann sendir sendingina Poppverturin beinleiðis av Gran Canaria. 

 

Radioman

Kringvarpið er í holt við at taka eina nýggja sendiskipan til útvarpið í brúk, ið er finsk og eitur Radioman. 

Radioman hevur verið royndarkoyrd á KVF2 í eina tíð, og nú verður skipanin royndarkoyrd á vanligu útvarpsrásini.

Radioman er ikki tongd at einum studio og koyrir á einum vanligum brovsara, og tí vil man royna skipanina, har ein persónur situr langt burturi frá Sortudíki og stýrir eini heilari sending.

 

Fartelda og mikrofon

Tað var upplagt, at nú royndi útvarpsmaðurin Jákup Magnussen stóran part av árini er á Gran Canaria, og hann fekk útgerð við, farteldu og mikrofon, so hann fær roynt skipanina. Og fyrsta royndin at senda beinleiðis verður í dag, fríggjadagin kl. 15.00.

Tú kanst siga, at jólini komu tíðliga hjá Jákupi Magnussein, tí onkursvegna fer mann at hoyra Gran Canaria-sangin, ið Beinir Troest Rasmussen hevur skrivað til jólaleikin Julius í Likkudali, fyri sær í dag. 

Góða eydnu, Jákup. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Hósdag 20. august
RagnarRokk: Mirza Radonjica um Dissolution
210712
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985