Nógvir nýggir mans frá byrjan

Nógvir nýggir mans frá byrjan
Eyðun Klakstein hevur gjørt heili seks útskiftingar í byrjanaruppstillingini hjá Føroyum. Gezá Dávid Turi byrjar inni fyri fyrstu ferð og Páll Klettskarð er fremsti maður
Páll Klettskarð byrjar í føroyska álopinum, og Andrias Edmundsson fær afturval í verjuni
Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF  
 
08.09.2025 - 18:46

Í mun til dystin ímóti Kroatia eru seks nýggir spælarar við frá byrjan fyri Føroyar ímóti Gibraltar í kvøld.

Samuel Chukwudi avloysir leikbannaða Odmar Færø í miðverjuni undir liðini á Gunnari Vatnhamar og Andriasi Edmundsson.

Báðir vongbakkarnir eru skiftir út. Í staðin fyri Viljorm Davidsen og Jóannes Kalsø Danielsen spæla Martin Agnarsson og Jann Benjaminsen.

Gezá Dávid Turi byrjar inni fyri fyrstu ferð, meðan Jákup B. Andreasen fer út á bonkin. Jóannes Bjartalíð er uttast til vinstu ístaðin fyri Hanus Sørensen, og Páll Klettskarð tekur plássið frá Meinhardi Olsen.

Í málinum hevur Mattias Lamhauge ikki óvæntað fingið afturval. Brandur Hendriksson Olsen er liðskipari.

 

Føroyska uppstillingin: Mattias Lanhauge; Martin Agnarsson, Andrias Edmundsson, Gunnar Vatnhamar, Samuel Chukwudi, Jann Benjaminsen; Jóannes Bjartalíð, Brandur H. Olsen (L), Gezá Dávid Turi, Árni Frederiksberg; Páll Klettskarð. 

Á bonkinum eru Bárður á Reynatrøð, Bjarti Vitalis Mørk, Jóannes Kalsø Danielsen, Viljormur Davidsen, Meinhard Egilsson Olsen, Jóan Símun Edmundsson, Gullbrandur Øregaard, Adrian Justinussen, Noah Hans Mneney, Hanus Sørensen, Poul Kallsberg og Jákup Biskopstø Andreasen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576