Kommunur skulu kunna avmarka Airbnb

Kommunur skulu kunna avmarka Airbnb
- Arbeitt verður við einum uppskoti at geva kommunum fleiri heimildir til at avmarka stutttíðarleigu og Airbnb, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í vinnumálum
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í vinnumálum
 
09.09.2025 - 18:46

- Arbeitt verður við einum uppskoti at geva kommunum fleiri heimildir til at avmarka stutttíðarleigu og Airbnb, so fólk her á landi fáa nakað at búgva í, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í vinnumálum.

Tað sigur hon, nú Elsa Berg, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu vil hava fleiri heimildir frá landsstýrinum, nú tað vísir seg at høvuðsstaðurin hevur flestar Airbnb-búðeindir fyri hvørjar 1.000 íbúgvar í øllum Norðurlondum.

Uppskotið sum landsstýriskvinnan arbeiðir við er ikki liðugt enn, og tað er ikki greitt enn, hvussu endaliga uppskotið fer at síggja út, men Sirið Stenberg sær fyri sær nakrar møguleikar, hvussu eitt uppskot um stutttíðarleigu fer at síggja út.

 

1762762

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011