Jóannes Bjartalíð ætlar sær ikki heim enn

Jóannes Bjartalíð ætlar sær ikki heim enn
Sáttmálin við Fredrikstad FK er bara galdandi fram til endan av hesum árinum, men tað er ikki sannlíkt at hann skiftir til føroyskan fótbólt
Jóannes Bjartalíð í dystir fyri føroyska landsliðið á Tórsvølli
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen/KVF  
 
10.09.2025 - 14:58

Jóannes Bjartalíð spældi frá byrjan, tá Føroyar vunnu 1-0 á Gibraltar í Gibraltar. Hann hevur sitið uttanfyri ein stóran part av 2025 við afturvendandi skaða. 29 ára gamli klaksvíkingurin skal í næstum til at hugsa um framtíðina.

- Eg havi einki at avdúka. Eg havi, sum tey flestu nokk vita, sáttmála fyri restina av hesum árinum. Eg veit ikki hvat framtíðini hevur at bjóða. Eg vil gjarna halda fram uttanlands, men hvar tað verður veit eg ikki. Eg taki tað róligt og hugsi bara um at sleppa undan skaðum, og at spæla so nógv, sum eg kann, segði Jóannes Bjartalíð eftir sigurin á Gibraltar.

Hann var ónøgdur við sítt egna avrik, men var fegin um sigurin. Undan landsliðsumfarinum spældi Ferdrikstad móti Premier League felagnum Crystal Palace í UEFA Conference League.

- Tað var ein stór uppliving. Tað eru spælarar, sum hava vunnið FA Cup og Stórsteypadystin. Eg merkti beinanvegin, at tað eru spælarar á høgum stigi. Teir eru væl bygdir og tað er sum at renna inn í ein betongmúr, sigur Jóannes Bjartalíð, sum heldur at tað var eitt sindur øðrvísi enn at spæla landsdyst.

- Ja, eg haldi tað. Tær spæla á høgum stigi og allir eru øgiliga góðir. Vit spældu tveir góðar dystir móti teimum og taptu 1-0 samanlagt. Nú veit eg ikki, um teir spældi við fullari ferð, men tú følir væl, at tað er langur vegur at koma til Premier League, sigur Jóannes Bjartalíð brosandi.

Leysasøgur hava sent Jóannes Bjartalíð heim til KÍ, men tað er sær út til, at norðoyingar mugu brynja seg við toli. Komandi dystur hjá Fredrikstad FK verður leygardagin móti Molde. Hesi bæði liðini kappast um 9. plássið í Elituseriuni, sum er besta deildin í Noreg.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 18. september
Breddin: Sjúk mentan í løgtinginum?
213475
Fríggjadag 18. september
RagnarRokk: Stone Statues um Nothing Is Ever Over
212904
Fríggjadag 18. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Lea Eyðbjørg
213464
Hósdag 17. september
RagnarRokk 17.september 2026
212882
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167