Galaxy: Frágreiðingin er tríggjar setningar

Galaxy: Frágreiðingin er tríggjar setningar
Sjóvinnustýrið fekk í gjár frágreiðing frá Strandferðsluni um rampuna á Galaxy. Frágreiðingin er tríggjar setningar til longdar
1. september kl. 19.36 sigldi Galaxy á opnum havi við opnum hekkuportri
 
18.09.2025 - 13:49

Mánadagin 1. september kl. 19.36 sigldi Galaxy við opnum hekkuporti eystan fyri Lítlu Dímun. Tað er ólógligt og brot á altjóða trygdarkrøv.

Í sambandi við hesi tíðindi, bað Sjóvinnustýrið Strandferðsluna um eina frágreiðing.

Hon er kom seinnapartin í gjár, og er tríggjar setningar til longdar. Í veruleikanum verður bara sagt, at hekkuportrið var afturlatið.

Niels Nielsen, rakstrarleiðari hjá Strandferðsluni skrivar soljóðandi til Niels Jørgin Nielsen á Sjóvinnustýrinum klokkan 15:14:

 

Hey Jákup og Eyðun

Niðanfyri er frágreiðing frá skiparinum á Galaxy.
Skipanin er eins og tann á Smyrli, har er visuel mynd á brúnni eins og tað eru aukustiskir alarmar um so skuldi veri at portri er opið.
Mannagongdin er tann, at tá portri er skalka verur boða frá til brúnna, PORTRI ER SKALKA.

Heilsan

Niels J. Nielsen
Rakstrarleiðari
Manager of operation

 

Frágreiðingin frá griska skiparanum á Galaxy til Strandferðsluna er líka stutt. Hon er soljóðandi:

 

Good evening

As Master it has not come to my attention nor has any Crew member informed me about such incident.

PRIOR unberthing Stern Ramp is closed and secured.

On the BRIDGE we have monitoring devices (visual and acoustic) to ensure that the Stern Ramp is closed prior departure and additionally it remains closed during the passage.

Best Regards

 

Ósvaraðir spurningar
Kringvarpið hevur spurt Sjóvinnustýrið, um tey fara at kanna málið nærri. Millum annað, um ætlanin er at fáa atgongd vil vakmyndaupptøkur og sonevnda svarta kassan á brúnni, sum tekur upp ljóð og tekniskar upplýsingar. Sjóvinnustýrið hevur enn ikki svarað hesum spurningum.

Opna hekkuportrið

Sí Dag og viku-innslagið um, at Galaxy hevði siglt við opnum hekkuportrið her niðanfyri. Prátað verður eisini beinleiðis við Sámal Petur í Grund, ið júst er farin frá sum skipari hjá Strandfaraskipum Landsins. 

 

16092025_DoV_Innslag_Galaxy

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576