Fer at atkvøða fyri fosturtøkulógini

Fer at atkvøða fyri fosturtøkulógini
Johan Dahl, tingmaður fyri Sambandsflokkin, sigur, at hann hevur greiða støðu til málið
Johan Dahl er løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin. Hann ætlar eisini at atkvøða fyri fosturtøkulógini hesa ferð.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
19.09.2025 - 13:18

Johan Dahl, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, er avgjørdur um, at hann fer at atkvøða fyri uppskotinum um at broyta fosturtøkulógina, nú eitt uppskot aftur er á veg í tingið um fosturtøkulógina.

Eftir ætlan verður uppskotið lagt fram á tingfundi týsdagin.

 

Hesi fýra leggja uppskotið um fosturtøkulóg aftur fyri tingið.

 

Eyðdis Hartmann Niclasen, tingkvinna fyri Sambandsflokkin, leggur uppskotið fram saman við Ingilín D. Strøm, tingkvinnu fyri Javnaðarflokkin, Hervør Pálsdóttir í Tjóðveldi og Karlot Hergeirsson í Framsókn.

Semja er ikki innanhýsis í Sambandsflokkinum, um takast skal undir við uppskotinum. Og málið verður tikið upp í flokkinum á fundi sunnudagin, upplýsir Bárður á Steig Nielsen, floksformaður.

- Mín støða er greið, sigur Johan Dahl.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

19092025_Johan_og_fosturtoka

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775