Russisk herskip tætt við Danmark

Russisk herskip tætt við Danmark
Danska Ekstrablaðið fór út at leita við tyrlu og hevur funnið eitt russisk herskip tætt við donsku oynna Langeland
Russika herskipið, sum sambært danska Ekstrablaðnum hevur verið í økinum millum Langeland og Lolland í fleiri dagar
Mynd: Per Rasmussen, Ekstrabladet  
 
25.09.2025 - 18:41

Lítið hevur verið at frætta frá øllum tíðindafundunum, sum hava verið í sambandi við, at fyrst flogvøllurin í Kastrup, siðani flogvøllurin í Aalborg og so aftur onnur støð - harímillum hernaðarstøðir - í Danmark hava verið órógvað av stórum dronum.

Myndugleikarnir hava sagt, at teir hvørki vita, hvaðani dronurnar eru komnar ella hvagar tær eru farnar, tá tær eru horvnar aftur. Men danska Ekstrablaðið góðtók ikki frágreiðina. Tey leigaðu eina tyrlu, so tey kundu hyggja eftir, um nakað illgrunasamt sást í donskum sjóøki. Tað eydnaðist. Millum oyggjarnar Langeland og Lolland funnu tey russiska herskipið Aleksandr Shabalin, sum heldur seg beint uttan fyri danska sjóumveldið.

Sambært danska Ekstrablaðnum, so hevur russika skipið verið í økinum í fleiri dagar.

Les greinina í Ekstrablaðnum her

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809