Danmark sigur ja takk til svenskar dronuverndarskipanir

Danmark sigur ja takk til svenskar dronuverndarskipanir
Danmark sigur ja takk, til svensku dronuverndarskipanirnar. Tað snýr seg um svenska førleikan at "skjóta dronur niður, sum ein ikki vil hava á staðnum".
Troels Lund Poulsen
Mynd: Savnsmynd  
 
26.09.2025 - 19:25

Danmark sigur ja takk til svensku dronuverndarskipaninar. Tað skrivar danska kringvarpið. 

- Svenska tilboðið er komið eftir fundin hjá verjumálaráðharranum, Troels Lund Poulsen, við norðurlendsku starvsfelagar sínar í gjárkvøldið, og er eitt sterkt signal um stóra altjóða stuðulin til Danmark, skrivar danska verjumálaráðið á X.

 

Svenski forsætisráðharrin, Ulf Kristersson, segði soleiðis við svenska miðilin TV4 fyrr í dag:

- Vit hava sæð víðfevndar dronuflúgvingar í ymsum londum seinastu dagarnar. Sera óynsktar dronur. Og mikudagin í næstu viku hittast umleið 40 stjórnarleiðarar til ES-toppfund í júst Keypmannahavn. Vit hava boðið Danmark hjálp við hernaðar dronuvernd fyri at tryggja, at fundirnir kunnu haldast.
 

Tað snýr seg um svenska førleikan at "skjóta dronur niður, sum ein ikki vil hava á staðnum", skrivar TV4.

Fleiri hava funnist at, júst tí, at dronurnar ikki vóru skotnar niður, men at tær kundu flúgva ótarnaðar inni yvir fleiri hernaðarlig og sivil øki í Danmark fyrr í vikuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. juni
Morgunlestur fríggjadagur 19.juni 2026
209566
Hósdag 18. juni
RagnarRokk 18.juni 2029
208904
Hósdag 18. juni
RagnarRokk: Neal Morse um L.I.F.T.
208901
Hósdag 18. juni
Kvørnin: "TeleMama"
209895
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209901
Hósdag 18. juni
Veðrið
209894
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804