Belgia vil innføra aktiva deyðshjálp

Savnsmynd
Belgia vil innføra aktiva deyðshjálp
Børn í Belgia fáa nokk skjótt møguleikan at fáa aktiva deyðshjálp. Aldursmarkið verður avtikið, og Belgia kann blíva heimsins fyrsta land, ið bjóðar deyðasjúkum børnum at doyggja.
28.11.2013 - 18:00

Í Hollandi og Belgia er aktiv deyðshjálp lóglig. Hollendska lóggávan sigur, at øll niður til 12 ár kunnu nýta hendan møguleikan.

 

Nú ætlar Belgia, sum tað fyrsta landið í heiminum, at innføra aktiva deyðshjálp fyri børn eisini, skrivar Jyllansposten. Har verður einki aldursmark. Tað sær lovandi út, og atkvøtt verður um tað í nærmastu framtíð.

 

Mann ætlar ikki at hava nakað aldursmark fyri tænastuni. Hetta verður tó einans tikið í nýtslu, tá tað snýr seg um børn sum liggja á deyðastrá ella eru deyðasjúk.

 

Børnini sleppa tó ikki sjálvi at taka fullu avgerðina. Ein sálarfrøðingur skal saman við barninum meta um støðuna , og avgerðin skal eisini góðkennast av foreldrunum.

 

Sambært The Guardian meina kritikkararnir ikki, at eitt barn ført fyri at taka so stóra avgerð. Grundgevingirnar fyri lógini eru m.a. at mann ikki skal lata eitt barn líða, sum longu er deyðasjúkt, um tað saman við foreldrunum ynskir at doyggja.

 

Sum tað sær út nú, so verður tað eitt fleirtal fyri lógini, og Belgia vil skjótt kunna bjóða børnum aktiva deyðshjálp.

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.