Gylta vinstrabeinið gav Føroyum minniligan stórsigur

Gylta vinstrabeinið gav Føroyum minniligan stórsigur
Við trimum uppleggum og einum brotssparksmáli tryggjaði Árni Fredriksberg føroyska fótbóltslandsliðnum ein hin flottasta sigurin í 35 ára langu søguni í altjóða fótbólti
Árni Frederiksberg hevði næstsíðsta ella síðsta fót á øllum fýra málunum hjá Føroyum ímóti Montenegro
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
09.10.2025 - 23:00

Tá Árni Frederiksberg við lógvabrestum takkaði fyri seg í oysregninum á Tórsvølli við einum korteri eftir á klokkuni, setti hann samstundis punktum fyri einum av bestu einstøku landsliðsavrikunum í nýggjari fótbóltssøgu.

Ikki endiliga tí, at KÍ-vongurin allatíð var við í føroyska spælinum, sum stundum var frálíkt, men tí at mestsum alt, sum hann setti føturnar á, gjørdist til gull - ella rættari sagt mál. 

Tvær ferðir gagnnýtti Hanus Sørensen til fulnar, einaferð var útiverjan trýst at gera sjálvmál og fjórða málið setti Árni Frederiksberg sjálvur í netið, eftir at innskifti Jóan Símun Edmundsson hevði vunnið eitt brotsspark.

Sigurin var ongantíð í vanda. Vit sóu eitt føroyskt landslið, sum vísti seg frá síni bestu síðu, og heimaliðið hevði alsamt betri tamarhald á dystinum, sum til endans gjørdist fulltryggur 4-0 stórsigur. 

 


Andrias Edmundsson við nýggjari frisýru hugnaði sær millum føroysku skansafólkini eftir stórsigurin. Flætturnar vera aftur at síggja ímóti Kekkia sunnudagin, segði verjuskansin. (Mynd. Bjarni Árting Rubeksen)

 

Árni og Hanus í høvuðsleiklutinum

Montenegro fekk nakrar ókeypis skotkjansir tiðliga í dystinum, tá føroysku spælararnir vóru heldur gávumildir á miðvøllinum, men Mattias Lamhauge stóð tryggur. 

Føroyingarnir spældu seg heitar, og tá eitt gott korter fingu teir eitt mál beint úr leikbókini hjá Eyðuni Klakstein og Atla Gregersen.

Ein langur bóltur var sendur frameftir í høgru, har hart trýsti Meinhard E. Olsen fekk longt hann hegnisliga við hælinum til Árna Frederiksen. Vongurin sendi hann inn til Hanus Sørensen í brotsteiginum, sum dróg framvið einum og sendi bóltin í netið umvegis eina verjutá.

 


Martin Agnarsson sendir eitt innlegg innfyri í fyrra hálvleiki. Avrikið hjá honum og hinum føroyingunum á Tórsvølli var til reint UG. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Føroyar í dreymalandi

Føroysku viðhaldsfólkini hildu aftur ondini í 36. minutti, tá Árni Frederiksberg vann sær fríspark úti á høgra veingi. KÍ-maðurin livdi upp til vónirnar, og sendi eitt fantastiskt fríspark inn ímóti nærru stong, har Meinhard Egilsson Olsen og Hanus Sørensen fingu trýst Milan Roganovic somikið nógv, at hann setti bóltin í egið mál.

At vera tvey mál frammanfyri í steðginum høvdu neyvan nógv ímyndað sær, og støðan umskiftist til reint dreymaland, tá Árni Frederiksberg aftur fekk bóltin til vinstrabeinið í 55. minutti. Vóru hini bæði uppleggini góð, var hetta í absoluttum toppflokki. Inni í brotsteiginum vóru fýra í hvítum, og Hanus Sørensen kundi ótarnaður skallað framúr innleggið í netið til 3-0.

 


Sjáldan munnu montonegrinar hava verið bukaðir so illa, sum teir vórðu á Tórsvølli hóskvøldið. Teir fingu als ikki fótin fyri seg móti kringu føroyingunum í regninum á tjóðarvøllinum. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Sum toppurin á køkuni vann innskifti Jóan Símun Edmundsson brotsspark eftir skot, sum eins væl kundi enda í málinum. Í staðin var hond á bóltinum, og Árni Frederiksberg fekk álitið. Ongin á Tórsvølli ivaðist - allarminst maðurin við bóltinum, sum setti tvær tjúkkar strikur undir eitt framúr einamansavrik og eitt av bestu liðavrikum í søguni hjá føroyska manslandsliðnum.

Sunnudagin vitjar Kekkia, sum spældu málleysan javnleiki ímóti Kroatia í kvøld, og teir fara ivaleyst at hyggja væl at føroyska avrikinum ímóti Montenegro. Gera kekkar tað, vita teir, at Føroyar fara at geva teimum skarpan gang sunnudag seinnapartin.

 

Tórsvøllur (HM-undankapping, 6. umfar)

Føroyar - Montenegro, 4-0 (2-0)
1-0 Hanus Sørensen, 16 min.
2-0 sjálvmál, 36 min.
3-0 Hanus Sørensen, 55 min.
4-0 Árni Frederiksberg, 72 min.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 7. desember
Akademia:"Hvat er dygd?"
201072
Leygardag 6. desember
PLÁTUPANELIÐ #34 (1980)
201137
Leygardag 6. desember
Jambalaja - 061225
201123
Leygardag 6. desember
Vikan 6. desember 2025
201115
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 6. desember
Hondbóltur: Føroyar - Ísland
201142
Leygardag 6. desember
HM24: Spania - Týskland
201139
Leygardag 6. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201114
Fríggjadag 5. desember
Veðrið
201099
Fríggjadag 5. desember
HM25: Montenegro - Týskland
201067