Árni: Hetta vísir hvat vit eru gjørdir av

Árni: Hetta vísir hvat vit eru gjørdir av
Avgerandi spælarin í 4-0 sigrinum á Montenegro, Árni Frederiksberg, kallaði sigurin "heilt serligan", og helt at avrikið vísir, hvat føroyska landsliðið er gjørt av
09.10.2025 - 22:55

Alt, sum Árni Frederiksberg nam við ímóti Montenegro á váta og kalda Tórsvøllinum, varð til gyltasta gull.

Vongurin legði upp til trý mál, áðrenn hann krýndi eitt frálíkt persónligt avrik og eitt framúr liðavrik við brotssparksmáli til 4-0. Ein hin flottasti sigurin hjá føroyska manslandsliðnum, síðan farið var upp í altjóða fótbólt í farnu øld.

 - Hetta var nakað heilt serligt. At vinna 4-0 í einum landsdysti var ikki ordiliga nakað, sum eg havði sæð komið og so slett ikki í hesum veðrinum, men hetta vísir bara mentalitetin á liðnum, og hvat vit eru gjørdir av, segði Árni Frederiksberg.

Føroyar skoraðu tvær ferðir fyri steðgin. Í fyrru atløgu var talan um gott samstarv millum Meinhar E. Olsen, Árna Frederiksberg og málskjúttan Hanus Sørensen, og í seinna førinum var talan um giftigan deyðbólt frá gylta vinstra beininum, sum trýsti ein útimann at seta bóltin í egið mál.

Í seinna hálvleiki, fekk Hanus Sørensen aftur ágóðan av einum framúr innleggi frá Árni Frederiksberg, sum setti tvær tjúkkar strikur undir stórsigurin við brotssparkið til 4-0. 

 - Hetta var alt ting, sum vit høvdu vant ígjøgnum vikuna, segði KÍ-maðurin.

 - Innlegg til aftaru stong, sum vit síggja í tí triðja málinum. Deyðbóltarnir er nakað, sum eitt føroyskt landslið skal vera gott til. Og so eitt kontramál, sum vit kenna tað. Hanus hevur skylda mær trý ella fýra málstig, har vit hava kontra, og hann hevur brent, so tað var fantastiskt, at hann fær hol á í dag, segði Árni Frederiksberg.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. mars
Morgunlesturin hósdagur 26.mars 2026
205923
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Mikudag 25. mars
Fyrsta val 25. marts 2026
206200
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194
Týsdag 24. mars
Fólkatingsval 2026
206167
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 2:3
135345