Andrias: - Havi ikki fingið pulsin upp

Andrias: - Havi ikki fingið pulsin upp
Andrias Edmundsson hevði lætt spæl orsakað av góðu liðfeløgunum, helt hann sjálvur. - Eg havi ikki fingið pulsin upp enn, segði hann eftir stórsigurin á Montenegro
09.10.2025 - 23:25

Tað var ein dystur, har tað næstan kendist sum um føroysku verjuspælararnir lupu meir á enn teir vardu. 

Gamaní, fyrstu 10 minuttirnar lóu montonegrinar framvið við skotum útifrá, og eina ella tvær ferðir mátti Andrias Edmundsson strekkja síni langu bein í rennikapping ella glíðandi takkling ímóti útiframherjunum, men yvirhøvur gekk tíðin eins nógv við at fara fram til mongu deyðbóltarnar, sum føroyska landsliðið spældi seg til í vindinum og regninum á Tórsvølli.

 - Eg havi ikki fingið pulsin upp enn, so eg veit ikki, um eg má fara út at renna eitt sindur afturat, segði føroyski verjuskansin eftir 4-0 sigurin á Montenegro, sum als ikki fekk fótin fyri seg ímóti tendraðu føroyingunum.

Árni Frederiksberg legði upp til trý av málunum og skoraði sjálvur tað fjórða úr 11 metrum, meðan Hanus Sørensen tvær ferðir kom á máltalvuna. Yvirhøvur eitt av bestu avrikunum hjá Føroyum, síðan farið varð upp í altjóða fótbólt fyri eini 35 árum síðan.

 - Vit fingu avvíst teir øgiliga væl. Gott nokk var spælið í verjuni ikki tað besta í dag, men høvuðsuppgávan hjá einum miðverja og eini verju er at verja og syrgja fyri, at mál ikki koma ígjøgnum, og tað eydnaðist til fulnar í dag, segði Andrias Edmundsson.

Í sjónvarpsstovuni vildi Tróndur Vatnhamar sera fegin sleppa at spyrja Andrias Edmundsson um nýggju flættufrisýruna, og miðverjin staðfestir, at hárið verður óbroytt til dystin ímóti Kekkia sunnudagin seinnapartin.

 - Eg hevði ikki tapt nakað veddimál, og eg havi brúkt fýra tímar upp á tær. Eg var eitt sindur bangin, tá eg møtti upp til venjing í Póllandi við tí, men tað er væl móttikið, segði verjuskansin millum annað.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 7. desember
Møti: Evangeliskt møti úr Ebenezer
201158
Sunnudag 7. desember
Ættirnar syngja og suða
201159
Sunnudag 7. desember
Bolero
201153
Sunnudag 7. desember
Gudstænasta í Sandavágs kirkju
201151
Sunnudag 7. desember
Akademia:"Hvat er dygd?"
201072
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 7. desember
Jólakonsert í Ebenezer
201168
Sunnudag 7. desember
Møti úr Saron í Sandavági
201167
Sunnudag 7. desember
Andakt
201166
Leygardag 6. desember
Hondbóltur: Føroyar - Ísland
201142
Leygardag 6. desember
HM24: Spania - Týskland
201139