Nógv fleiri tillagað størv í fólkaskúlanum

Nógv fleiri tillagað størv í fólkaskúlanum
Tey vóru sjey skúlaárinum 2019-2020, men í fjør vóru 19 tillagað størv í skúlanum
At fleiri tillagað størv eru í fólkaskúlanum kemst millum annað av tí, at vit hava fingið ein rúmligari arbeiðsmarknað. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
10.10.2025 - 07:54

19 tillagað størv vóru í fólkaskúlanum í farna skúlaári.

Og tað eru nógv fleiri enn undanfarin ár.

Yvirlit hjá Undirvísingarstýrinum vísir, at tillagaðu størvini eru fleirfaldað síðan skúlaárið 2019-2020, úr sjey størvum upp í 19 størv skúlaárið 2024-2025.

Skúlablaðið viðger yvirlitið og hevur samrøðu við Vagn Foldbo, deildarleiðara í Undirvísingarstýrinum.

Tillagað starv er ætlað fólki við varandi skerdum arbeiðsføri. 

Skerjingin skal svara til í minsta lagi ein triðing av fullum arbeiðsføri. 

At talið er fleirfaldað kemst millum annað av tí, at vit hava fingið ein rúmligari arbeiðsmarknað, sum eisini rúmar teimum, sum ikki megna eitt vanligt starv, skrivar Skúlablaðið. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. september
RagnarRokk: Roland Grapow um Metalmorphosis
212880
Hósdag 17. september
Tí tú ert kvinna 2:3
213315
Hósdag 17. september
Nýtt ljóð
213419
Hósdag 17. september
Eitt korter við jazzi 17. september 2026
213395
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232