Odmar: Ein dreymur at bera liðskiparabandið

Odmar: Ein dreymur at bera liðskiparabandið
Odmar Færø fekk ein dreym uppfyltan, tá verjuskansin bar liðskiparabandið í 4-0 stórsigrinum hjá Føroyum á Montenegro hóskvøldið. - Samstundis skal tað ikki ávirka ov nógv
11.10.2025 - 14:44

Odmar Færø fekk ein dreingjadreym uppfyltan, tá hann bar liðskiparabandið í 4-0 stórsigrinum hjá Føroyum á Montenegro hóskvøldið.

 - Ja, tað er tað, sum mann droymir um, men samstundis roynir tú ikki at lata tað ávirka so nógv. Eg royndi bara at fokusera upp á mítt, og tað virkaði, sum spælararnir vístu álit aftur. Tað bleiv ein stór og stuttligt løta hjá okkum øllum, segði Odmar Færø til venjingina á Tórsvølli tíðliga seinnapartin leygardagin. Royndi verjuspælarin úr KÍ sigur seg ikki vera ein, sum rópar harðast, men heldur roynir at ganga á odda við egnum avriki.

Odmar færø er partur av ein sonevndum liðskiparabólki, sum er samansettur av fleiri av royndaru spælarunum í føroyska hópinum. Gongdin í løtuni er sera góð, og tí hevur ikki verið so stórur tørvur á hesum bólkinum, men sjálvt liðskiparabandið hevur skift arm nakrar ferðir í seinastuni.

Bæði Hallur Hansson, Viljormur Davidsen, Brandur Hendriksson Olsen og Odmar Færø hava átt ta uppgávuna undir Eyðuni Klakstein og Atla Gregersen.

 - Eftir mínum tykki hava allir, sum hava fingið ábyrgdina, gjørt tað øgiliga væl. Har eru fleiri um boðið, og um ein er uttanfyri í ein dyst ella longur vegna eitt ella annað, er ein annar maður klárur. So tað vísir eina ávísa styrki, sum vit hava í hópinum í løtuni, segði Odmar Færø.

Í morgin spæla Føroyar næstseinasta HM-undankappingardystin í hesi kappingini, tá Kekkia vitjar á Tórsvølli. Dysturin er klokkan 17.00, og Kringvarpið byrjar at senda klokkan 16.00.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 18. september
Vikuskiftið 18 sept 2026
213496
Fríggjadag 18. september
LEITISSTEIN 18.09.2026 (Regin Guttesen)
213490
Fríggjadag 18. september
Breddin: Sjúk mentan í løgtinginum?
213475
Fríggjadag 18. september
RagnarRokk: Stone Statues um Nothing Is Ever Over
212904
Fríggjadag 18. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Lea Eyðbjørg
213464
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303