Heimsins leiðarar hittast í Egyptalandi

Heimsins leiðarar hittast í Egyptalandi
Toppfundur er um Gasa í egyptiska frítíðarbýnum Sharm el-Sheikh
Fleiri leiðarar eru longu komnir til Egyptalands. Tekur tekur turkiski forsetin Erdogan í hondina á Giorgiu Meloni, forsætisráðharra í Italia.
Mynd: Yoan Valat/AFP/Ritzau Scanpix  
 
13.10.2025 - 15:18

Fleiri av heimsins leiðarum eru komnir til Egyptalands á toppfund um Gasa.

Væntandi verður fyrsti partur av friðaravtaluni millum Hamas og Ísrael undirskrivaður á toppfundinum í Sharm el-Sheikh, og síðani kann farast undir samráðingar um næsta stig í avtaluni.

Donald Trump, forseti, hevur verið í Ísrael og hildið røðu í Knesset, og hann er tí nakrar tímar seinkaður á ferð síni til Egyptalands.

Millum teirra, sum longu eru komin til Egyptalands, eru bretski forsætisráðharrin, Keir Starmer, franski forsetin Macron, turkiski forsetin Erdogan, italski forsætisráðharrin, Giorgia Meloni, og emirurin í Katar, Tamim bin Hamad Al Thani.

Týski samveldiskanslarim, Merz, er eisini komin til Sharm el-Sheihk. 

 

Fýra lík útflýggjað í dag

Fyrr í dag vóru allir 20 ísraelsku gíslarnir, sum enn eru á lívi, útflýggjaðir, og nú boðar Hamas frá, at líkini av fýra ísraelskum gíslum verða eisini útflýggjað í dag. 

Hamas hevur fyrr boðað frá, at líkini av øllum 28 íslendsku gíslunum verða útflýggjað Ísrael, sum ásett er í avtaluni millum Hamas og Ísrael. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558