Ætla at toyggja barsilsfarloyvið

Ætla at toyggja barsilsfarloyvið
Barsilsskipanin skal gerast smidligari, og allar broytingar skulu umrøðast við partarnar á  arbeiðsmarknaðinum, sigur landsstýriskvinnan
Margit Stórá umsitur barsilsmál í landsstýrinum. Uppskot um broytingar í skipanini verður lagt fyri tingið í februar.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
17.10.2025 - 08:25

Barsilsskipanin skal gerast smidligari, og uppskotið um broytingar í barsilslógini verður væntandi lagt fyri løgtingið í februar.

Tað sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna, í svari til Jóhannis Joensen, løgtingsmann.

Hvussu skipanin skal gerast smidligari er ikki avgjørt enn, sigur landsstýriskvinnan.

Tey uppskotini, sum higartil eru umrødd í politisku skipanini, eru at barsilsfarloyvið kann toyggjast, so tað kann vera 58 vikur við 90 prosentum í útgjaldi, ella 65 vikur við 80 prosentum í  útgjaldi, ella 74 vikur við 70 prosentum í útgjaldi.

 

Skal kunna flættast

Barsilsfarloyvið skal eisini kunna flættast, sum sagt verður í svarinum, soleiðis at eitt nú 39 vikur hava 100 prosent í útgjaldi og 26 vikur 50 prosent.

Onnur uppskot eru, at nakrar vikur kunnu goymast í ávíst áramál, foreldur kunnu taka allar vikurnar samstundis, og ongar vikur eru markaðar til ávíst foreldur.

Tosað er eisini um klippikortskipan, sum kann nýtast eftir tørvi innan ávíst áramál.

Landsstýriskvinnan leggur dent á, at allar broytingar skulu umrøðast við partarnar á  arbeiðsmarknaðinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. september
RagnarRokk: Maggy Luyten um You´ve Been Served
212905
Sunnudag 20. september
Bolero
213531
Sunnudag 20. september
Guðstænasta í Glyvra kirkju
213526
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424