Vónbjørt Vang: "Svørt orkidé spratt burtur úr einari skrivikreppu"

Vónbjørt Vang: "Svørt orkidé spratt burtur úr einari skrivikreppu"
Vónbjørt Vang var í einari skrivikreppu, tá bókaverkið "Svørt orkidé", sum í dag er heiðrað við bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins, brádliga spratt úr henni
21.10.2025 - 20:33

Tá Dagur og vika eitt sindur í 11 í dag var á gátt hjá Vónbjørt Vang, rithøvunda, í Syðrugøtu, minuttir áðrenn tað bleiv avdúkað, at hon hevði vunnið bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins, var hon takksom. 

"Hetta er ein risaheiður, ið eg ongantíð hevði droymt um at fingið," ásannaði Vónbjørt Vang. 

"Eg havi grátið nógv, tí eg eri so takksom fyri, at dómsnevndin veruliga hevur nærlisið og skilt verkið."

"Svørt orkidé" var á ongan hátt eitt yrkingasavn, ið kom lættliga til Vónbjørt Vang. Í roynd og veru, so var í mitt í einari skrivikreppu, tá bókaverkið byrjaði at spretta úr henni. 

"Av tí, at eg ikki ordiliga fekk skrivað nakað, so byrjaði eg bara at gera nakrar myndakolasjur, ið skuldu lýsa tað, sum eg føldi, hóast eg á ongan hátt eru myndlistakvinna. Tað hevði við sær, at orðini byrjaðu at fylgja aftaná."

Sí innslagið úr Degi og viku við Vónbjørt Vang. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 9. mai
Jambalaja - 090526
208137
Leygardag 9. mai
Vikugesturin: Órædda unga røddin
208133
Leygardag 9. mai
Upp á tá - 080526
208129
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112
Fríggjadag 8. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208075
Hósdag 7. mai
Sært tú fuglin? III 4:4
207996
Hósdag 7. mai
Veðrið
208040

Meira um sama evni