Virðislønir M.A. Jacobsens handaðar í dag kl. 17

Virðislønir M.A. Jacobsens handaðar í dag kl. 17
Kringvarpið sendir beinleiðis, tá Mentanarvirðislønir M.A. Jacobsens og Barnamentanarheiðurslønir Tórshavnar býráðs verða handaðar í dag kl. 17
 
22.10.2025 - 16:46

Í dag, 22. oktober klokkan 17, verða virðislønir M. A. Jacobsens og barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs latnar í Müllers Pakkhúsi.  

Til handanina kemur Tórshavnar kamarkór, sum verður 40 ár í ár, at syngja, og Heidi Lava Elgeirsdóttir, forkvinna í mentanarnevndini hjá Tórshavnar býráði, bjóðar vælkomin.

Elsa Berg, borgarstjóri, handar virðislønirnar.  

 

Fýra heiðurslønir latast 

Fýra heiðurslønir verða latnar.

Talan er um M. A. Jacobsens virðisløn fyri yrkisbókmentir, virðisløn fyri fagrar bókmentir og virðisløn fyri mentanaravrik. Síðani verður latin barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs. 

Tað er treyt, at virðislønarverdu verkini eru skrivað á føroyskum máli. Hava føroyskir rithøvundar skrivað og givið út á útlendskum máli, eiga tær at verða týddar, áðrenn tær koma til umrøðu í virðislønarnevndini.

Virðislønir fyri fagrar bókmentir og yrkisbókmentir kunnu bert latast fyri verk, sum eru útgivin. 

 

Fyrstu ferð latin í 1958

Fyrsta virðislønin varð latin í 1958. Tað var Rithøvundafelagið, sum heitti á Tórshavnar býráð um at stovna eina árliga bókmentavirðisløn.

Virðislønin skuldi bera navn eftir mentamannin Mads Andrias Jacobsen, ið m.a. var rithøvundur, lærari, bókavørður og borgarstjóri í Havn.  

Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs varð latin fyrstu ferð í 1976. 

 

Kringvarpið sendir beinleiðis 

Vit senda beinleiðis í útvarpi og sjónvarpi, tá Mentanarvirðislønir M.A. Jacobsens og Barnamentanarheiðurslønir Tórshavnar býráðs 2025 verða handaðar í Müllers Pakkhúsi. 

Hetta merkir eisini, at mentanarsendingin Kultura ikki verður at hoyra mikudagin, tí virðislønahandanin verður send í staðin. 

Kringvarpið sendir sum vant sjónvarp til børnini, tá handanin er av. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329