Yrki á sjónum kravdi eitt mannalív í ár

Yrki á sjónum kravdi eitt mannalív í ár
Alment minningarhald verður í Vinnuháskúlanum leygardagin 1. november
Minningarhald teirra sjólátnu verður leygardagin 1. november.
Mynd: Fólkakirkjan  
 
29.10.2025 - 09:23

Leygardagin 1. november er allahalgannadagur, dagur teirra sjólátnu.

Almenna minningarhaldið til minnis um føroyingar, sum eru deyðir í yrki á sjónum, verður í Vinnuháskúlanum í Havn klokkan tvey.

Sjómansmissiónin skipar fyri.

Løgmaður heldur røðu og leggur síðani krans við minnisvarðan í Viðarlundini.

Gudstænasta verður í Dómkirkjuni klokkan átta um kvøldið. 

 

Doyði av vanlukku umborð á Glyvursnesi

Í farna allahalganna ári kravdi sjólívið og yrki við sjógvin eitt mannalív.

Tað var Hergar Torbjarnarson Hansen úr Leirvík. 

Hann doyði 2. januar av vanlukku umborð á farmaskipinum Glyvursnesi, sum lá í Hirtshals.

Hergar Torbjarnarson Hansen var 34 ár.

 

Um sjólátin
Tey, sum vera nevnd á almennum minningarhaldi teirra sjólátnu, eru skrásett hjá Landsfólkayvirlitinum at búgva í Føroyum og hava latið lív í yrki á sjónum, av sjúku ella vanlukku.

Tað er ein nevnd við umboðnum fyri manningarfeløgini og Reiðarafelagið, Vørn, Almanna – og Mentamálaráðið, Løgmansskrivstovuna, Sjómansmissjónina og Fólkakirkjuna, ið tekur støðu til, hvørji verða nevnd á tí almenna minningarhaldinum allahalgannadag.
Kelda: Fólkakirkjan
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. apríl
B68 gjørdi bart
207296
Mánadag 20. apríl
Morgunlestur mánadagur 20.apríl 2026
207134
Sunnudag 19. apríl
Ættirnar syngja og suða
207267
Sunnudag 19. apríl
Bolero 19 apríl 2026
207265
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 20. apríl
Veðrið
207325
Sunnudag 19. apríl
Andaktin við Hjalmari Waag Arge
207266
Sunnudag 19. apríl
Guðstænasta úr Vágs kirkju
207263
Leygardag 18. apríl
Fótbóltur: HM-undansending
207254
Fríggjadag 17. apríl
Manscaping
207201