Nógv minni svartkjaftur og makrelur

Nógv minni svartkjaftur og makrelur
Verður býtið tað sama næsta ár sum í ár, verður føroyska svartkjaftakvotan næstan 212.000 tons minni næsta ár enn hon er í ár
 
30.10.2025 - 06:51

Verður býtið tað sama næsta ár sum í ár, verður føroyska svartkjaftakvotan næstan 212.000 tons minni næsta ár enn hon er í ár.

Hon verður 302.483 tons.

Men føroysk skip sleppa ikki at fiska øll hesi tonsini, tí onnur lond fáa svartkjaft frá Føroyum fyri annan fisk.

Í ár hevur til dømis Russland fingið 75.000 tons av svartkjafti frá Føroyum.

Og Grønland hevur fingið 23.750 tons. 

Kvotan av norðhavssild hækkar.

Føroyar fáa 53.391 tons næsta ár, 13.212 tons meira enn í ár.

Men eisini her er galdandi, at onnur lond skula hava burturav.

Russland hevur 5.800 tons í ár.

Og Grønland hevur 4.900 tons av norðhavssild.

Eingin semja um makrel

Strandalondini eru ikki enn vorðin samd um makrelin.

Men verður tilmælið frá ICES fylgt, verður føroyski parturin 20.923 tons.

Hetta eru 48.312 tons minni enn í ár. 

Men hetta er so eftir, at tað, sum vit lata øðrum londum, er farið burturav.

Strandalondini fylgdu tilmælunum frá ICES um svartkjaft og sild.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 3. september
Nýtt ljóð
212666
Hósdag 3. september
Eitt korter við jazzi
212647
Mikudag 2. september
Skratsj 2. septembur 2026
212617
Mikudag 2. september
Eitt korter við klassiskum
212603
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514