Venjarin: Onkuntíð hava vit vart betur enn í dag

Venjarin: Onkuntíð hava vit vart betur enn í dag
Eyðun Klakstein ásannaði, at Kroatia spældi ein góðan dyst, men helt, at verjuspælið onkuntíð hevur verið betri, og at effektiviteturin í hinum endanum vantaði
14.11.2025 - 22:35

Kroatia vísti sína styrki, tá heimaliðið í Rijeka vann tryggan 3-1 sigur á Føroyum í síðsta HM-undankappingardystinum á hesum sinni.

Sostatt brast lítli HM-dreymurin, sum hóast alt livdi undan dystinum, og Eyðun Klakstein, venjari, mátti ásanna, at Kroatia er klárt sterkasta liðið í bólkinum og helst hevði sigurin uppibornan.

Hinvegin kundu Føroyar spælt eitt sindur betri.

 - Tú verður nógv bjóðaður av, og vit stóðu nógv í verjustøðu. Men onkuntíð hava vit klára at forða fyri eitt sindur meir enn í dag, og vit fingu ivaleyst av kontra til at skora meir eisini, staðfesti venjarin, sum kortini er væl nøgdur við undankappingina, sum við 12 stigum er hin besta hjá mandslandsliðnum yvirhøvur.

Géza Dávid Turi legði Føroyar framum, tá gott korter var spælt, men heimaliðið javnaði stutt eftir við skoti frá Josko Gvardiol. Kroatia setti ferðina upp eftir steðgin, tá Petar Musa og Nikola Vlasic tryggjaðu heimaliðnum sigurin.

 - Vit kunnu hugsa um tað, at um hetta var ein EM-undankapping, so vóru vit kanska komnir til endaspælið, tí tað skal kanska ikki meir enn hetta til. So vit eru nokkso nær við. Tað er truplari at sleppa til HM, segði Eyðun Klakstein.

 - Hetta broytir ikki tað, at hetta hevur verið besta undankappingin nakrantíð. Vit hava eitt gott lið, vit hava eitt gott fundament at byggja á, staðfesti Eyðun Klakstein.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166