Fiskidagar og lestrarstuðul í tinginum í dag

Fiskidagar og lestrarstuðul í tinginum í dag
Sambært uppskotinum hjá landsstýrinum hækkar lestrarstuðulin upp í 6.139 krónur 1. august næsta ár
Tingfundur verður í dag.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
18.11.2025 - 08:48

Á fundinum seinnapartin í dag fer løgtingið at samtykkja at fáa landsstýrismannin í fiskivinnumálum at kanna møguleikan fyri at geva bólki 5B fleiri fiskidagar.

Stórur meiriluti er í vinnunevndini fyri uppskotinum til samtyktar hjá Jóhannisi Joensen, Jacobi Vestergaard og Bárði á Steig Nielsen.

Onnur viðgerð og atkvøðugreiðsla vera í dag.

Atkvøtt verður eisini um at hækka lestrarstuðulin úr 4.315 krónum upp í 6.139 krónur.

Seinast, hann hækkaði, var í 2016, tá hann fór úr 3.815 krónum upp í 4.315 krónur.

Stuðulin hækkar 1. august næsta ár.

Hækkingin kostar landskassanum 10,8 mió. kr. í 2026 og 2027.

Mentanarnevndin tekur undir við uppskotinum.

Tingfundurin í dag er klokkan eitt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086