Føroyskar og útlendskar heimasíður óvirknar

Føroyskar og útlendskar heimasíður óvirknar
Nú skuldi trupulleikin verið loystur, sigur amerikanski veitarin Cloudflare
In.fo var ein av føroysku heimasíðunum, sum vóru raktar av trupulleikum í dag.
 
18.11.2025 - 14:52

Nógvar heimasíður, bæði í Føroyum og uttanlands, hava verið óvirknar í dag.

Tað er kendi og nógv brúkti amerikanski veitarin Cloudflare, sum hevur havt trupulleikar.

Boðað var frá trupulleikum á middegi í dag, føroyska tíð, og fyri einum góðum korteri síðani skrivaði Cloudflare, at trupulleikin er loystur.

Føroyskar heimasíður, sum vóru ávirkaðar, eru m.a. portal.fo, vp.fo, in.fo og jn.fo.

Útlendskar heimasíður, sum vóru ávirkaðar, eru m.a. X.com, ChatGPT og Spotify.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 22. november
Bolero 22. november 2026
216781
Sunnudag 22. november
Guðstænasta út Gøtu kirkju
216780
Sunnudag 22. november
Filosofiskur 9. partur
216718
Leygardag 21. november
Jambalaja - 211126
216767
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 22. november
Andaktin
216792
Sunnudag 22. november
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
216793
Fríggjadag 20. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216714
Fríggjadag 20. november
Veðrið
216748
Hósdag 19. november
Veðrið
216688