Mentanarvirðislønir landsins handaðar í Kolshøll á Eiði í kvøld

Mentanarvirðislønir landsins handaðar í Kolshøll á Eiði í kvøld
Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í almanna- og mentamálum, fer at handa virðislønir landsins til menta- og listafólk í Kolshøll á Eiði í kvøld
Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í almanna- og mentamálum, fer í kvøld at handan virðislønirnar til lista- og mentafólk á heimabeiti á Eiði
Mynd: Almanna- og mentamálaráðið  
 
21.11.2025 - 06:00

Mentanarhøllin Kolshøll á Eiði verður í kvøld klokkan 20 karmur um handanina av mentanarvirðislønum landsins. 

Tað er Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í almanna- og mentamálum, sum fer at handan virðislønirnar til lista- og mentafólk. 

Tríggjar virðislønir verða handaðar:

 

Mentanarvirðisløn landsins, sum er 150.000 kr. Hon verður latin fyri at heiðra føroyskt mentafólk sum tøkk fyri útint listarligt avrik.

Heiðursgáva landsins, sum er 75.000 kr. Hon verður latin teimum, ið hava virkað til frama fyri mentanarlig virði, sum hava týdning fyri føroyska mentan, list og mentanararv.

Serstøk virðisløn, sum er 50.000 kr. Hon verður latin listafólki, mentafólki ella felagsskapi eftir landsstýrisfólksins egnu avgerð.

 

Kringvarp Føroya sendir beinleiðis frá hátíðarhaldinum í Kolshøll í sjónvarpinum í kvøld klokkan 20 og her á heimasíðuni. 

Kolshøll er gamla fimleikarhøllin í Eiðis skúla, sum er umbygd til at kunna hýsa nógvum ymiskum mentanarligum tiltøkum so sum fyrilestrum, tónleikaframførðslum, listaframsýningum og øðrum.

Í framførsluhølinum, har handanin verður, kunnu 105 fólk sita.

 

Hvat: Mentanarvirðislønir landsins
Hvar: Í Kolshøll, Eiði, og í sjónvarpinum og á KVF.fo
Nær: Í kvøld, fríggjakvøldið 21. nov., klokkan 20.00

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858