Brúktu 89 fiskidagar fleiri enn teir fingu

Brúktu 89 fiskidagar fleiri enn teir fingu
Bátar í bólki 5B hava brúkt 3.608 dagar, og dagarnir vóru uppi 16. oktober
Løgtingið hevur álagt landsstýrismanninum at fáa bátunum í bólki 5B fleiri fiskidagar.
 
21.11.2025 - 08:15

Bátar í bólki 5B hava brúkt 89 fleiri fiskidagar enn teir fingu.

Teir hava brúkt 3.608 dagar, upplýsir Vørn.

Dagarnir, sum teir fingu, vóru uppi 16. oktober.

Bólkur 5A hevði í gjár 420 dagar eftir í ár.

16. oktober høvdu teir 649 dagar eftir. 

Løgtingið hevur álagt landsstýrismanninum at fáa bátunum í bólki 5B fleiri fiskidagar.

Og tað fer hann at gera, sigur hann.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Mikudag 14. oktober
Heilsuhornið
214742
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595